Tænastur
Høvuðsendamálið við sosialum tænastum er at kompensera fyri brek ella varandi sjúku og harvið geva borgaranum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar.
Forsorgarlógin er heimildargrundarlagið undir teimum tænastum, ið verða veittar á sosiala økinum, men tað eru eisini tænastur, sum ikki eru beinleiðis ásettar í forsorgarlógini. Tænasturnar eru stovnsettar yvir tíð, og eru skipaðar eftir tørvinum og fíggjarorkuni í samfelagnum.
Tænastur, sum eru skipaðar sambært forsorgarlógini eru m.a.:
- endurvenjing
- virknistænasta
- stuðulstænasta
- umlætting
- bú- og viðgerðartilboð
- vardir bústaðir
- serlig bútilboð
- tann góða tilgongdin
Flestu tænastur eru ætlaðar einstaka borgaranum, men tænastur eru eisini, sum hava til endamáls at lætta um hjá foreldrum, hjúnafelaga ella øðrum, sum er umsorganarpersónur hjá einum, sum hevur likamligt ella sálarligt brek ella hevur sosialar trupulleikar. Borgarar fáa í ein í ein ávísan mun tænastu, har teir búgva, men skulu í øðrum føri flyta seg til tænastuna, sum kann verða samlað á einum staði. Nakrar tænastur verða skipaðar sum ein til ein, meðan aðrar tænastur eru skipaðar sum toymistænastur.
Almannaverkið umsitur og veitir meginpartin av hesum tænastunum, men eisini Dugni, Sjóndepilin og nakrir sjálvsognarstovnar umsita og veita ávísar tænastur.