Góða tilgongdin
Borgarar, sum bera brek, hava ofta tørv á tænastum frá nógvum og ymiskum stovnum og myndugleikum.
Í 2015 varð avgjørt at fara undir skipaðan tvørgeiraligan og tvørfakligan samstarvsleist. “Tann góða tilgongdin”, sum hevur til endamáls at samskipa tænastur frá ymiskum myndugleikum saman við familjum, sum hava barn við autismu. Samstarvið varð í 2015 skipað millum Autismufelagið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið.
Eitt tvørgeiraligt toymi við einum samskipara verður skipað til hvørt barnið. Toymið verður sett saman eftir lívsstøðuni hjá ávísa barninum, men foreldur og umboð fyri Almannaverkið, Psykiatriska depilin og Sernám luttaka í øllum toymum.
Almannaverkið er samskipari hjá familjuni og skipar árligar netfundir har ein virkisætlan við avtalaðum átøkum verður gjørd saman við foreldrum og fakfólki frá avvarðandi myndugleikum. Virkisætlan skal gerast við tí í huga at tryggja ymisku lívs skeiðini hjá barninum frá dagstovni til vaksnamannatilveruna.
Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa eitt barn, sum ber brek. Tilveran kann broytast munandi og nógv foreldur uppliva tað sum eina sorg, tá barnið verður føtt við einum breki ella fær staðfest eitt brek.
Almannaverkið hevur nýliga sett á stovn eitt nýtt tilboð til familjur, sum hava heimabúgvandi børn, ið hava fingið staðfest autismu. Tilboðið er partur av “Tí góðu tilgongdini”. Talan er um autismuráðgeving og umfatar undirvísing um autismu, praktiska vegleiðing og námsfrøðilig amboð.
Endamálið er at viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjunum verður lættari. Ráðgevingin fer fram í heiminum hjá familjuni og sum bólkaundirvísing saman við øðrum familjum, um ynski er til tess.
Tilboðið tekur støði í, at familjan kennir barnið best, og veit, hvørjar styrkir og veikleikar barnið hevur. Ráðgevingin kann síðani, við støði í hesum, ráðgeva og vegleiða familjuni um, hvussu farast kann fram í mun til tær avbjóðingar, sum barnið hevur. Talan er um í mesta lagi 6 vitjanir og verða avtalur gjørdar um, hvat familjan skal. Familjan skal sjálvstøðugt arbeiða við teimum avtalum, sum gjørdar eru. Tá ráðgevingin er liðug, verður mett um arbeiðið hevur verið nøktandi, hvat kann gerast frameftir o.s.fr.