Námsfrøðiligt eftirlit
Námsfrøðiligt eftirlit verður á hvørjum ári framt við tilboðum og tænastum, sum vera veitt sambært kapittul 5 og 6 í almannalógini.
Eftirlitið verður framt við heimild í § 69 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og kunngerð nr. 226 um námsfrøðiligt eftirlit.
Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, at búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskifti eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er nøktandi.
Eftir eftirlitsvitjanina verður ein frágreiðing gjørd og latin Almannaverkinum, møguligum borgararáði og avvarðandiráði og avvarðandi áhugafelag í seinasta lagi 6 mánaðir eftir vitjanina. Frágreiðingin er dulnevnd.
Verður í frágreiðingini staðfest, at tørvur er á ábótum, kann landsstýrisfólkið áleggja teimum, sum varða av tilboðnum, innan eina nærri ásetta freist at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um umstøðurnar.
Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið stendur fyri eftirlitinum. Í 2024 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja námsfrøðiligt eftirlit við 10 tilboðum hjá Almannaverkinum.
Talan er um hesi tilboð:
• Bú- og viðgerðarstovnurin á Jústabrekku
• Sambýlið og Búfelagsskapurin á Mýrini
• Sambýlið á Blikagøtu
• Sambýlið og Búfyriskipanin í Stoffalág
• Sambýlið við Sílá
• Mýrisóljan
• Verkstaðið á Bakka
• Frítíðartoymi á Tinghúsvegnum
• Frítíðartilboðið á Høgabóli
• Klubbtilboðini á Tinghúsvegnum
Eftirlitið varð framt í november og desember 2024, og frágreiðingarnar vórðu latnar Almanna- og mentamálaráðnum í mars 2025. Frágreiðingarnar eru nú sendar avvarðandi pørtum.
Samandráttur av eftirlitsfrágreiðingunum fyri 2024 og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini frá eftirlitinum kunnu lesast á leinkjunum til høgru.