Frítíðartoymi á Tinghúsvegnum
Frítíðartilboðið á Tinghúsvegnum er ætlað børnum frá 3. flokki og upp til 18 ár, ið hava autismu og í summum førum eisini ADHD. Tilboðið virkar sum eitt frítíðartilboð, ið tekur yvir eftir kommunalu frítíðarskúlarnar, og hevur tað til endamáls at veita børnunum eina menning av teirra sosialu og persónligu førleikum.
Ætlan og virkisætlan
Tað finnast ætlanir til øll børn, sum eru innskrivað í tilboðið. Í løtuni finnast ikki virkisætlanir til øll børn í tilboðnum, men lagt er til merkis, at ætlanir eru um at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.
Arbeiðshættir og háttalag
Arbeiðshættir og amboð í tilboðnum byggja á námsfrøðiligu tilgongdina KRAP (Kognitiv, Ressourcefokus, Anerkendende Praksis) umframt Low Arousal og Boardmaker. Hesir arbeiðshættir og amboð tryggja eitt samanhangandi og strukturerað arbeiðslag, ið er væl lagað til málbólkin.
Leiðarin og starvsfólkini meta, at fakliga støðið er gott, men eisini at meira eftirmeting og skjalfesting av arbeiðsháttunum hevði styrkt dygdina. Starvsfólkini leggja stóran dent á, at børnini verða møtt eftir tørvi og áhugamálum, og hetta verður gjørt við einum skipaðum og jaligum arbeiðsumhvørvi. Tó er lagt til merkis, at starvsfólkini siga, at tilvitanin um allar diagnosurnar hjá børnunum kundi verið betur, soleiðis at arbeiðið gerst enn meira málrættað. Sum heild verður mett, at arbeiðshættir og arbeiðslag stuðla sera væl undir trivnaðin og menningina hjá børnunum.
Trivnaður og menning hjá borgarum
Børnini trívast munandi betri í tilboðnum nú enn áður. Eitt stabilt starvsfólkatoymi hevur verið týðandi orsøk til hetta. Trivnaðurin er tó ymiskur millum aldursbólkarnar. Yngru børnini møta regluliga og trívast væl, meðan eldru børnini møta ójavnt. Starvsfólkini gera sær tankar og ítøkiligar ætlanir um at betra hetta.
Fakliga arbeiðið hjá starvsfólkunum
Starvsfólkini hava viðkomandi førleikar og fáa regluliga upplæring í námsfrøðiligum arbeiðsháttum so sum KRAP. Fakligt samstarv millum starvsfólk er gott, og tey sýna áhuga fyri fakligari menning og í at tryggja eitt høgt støði í arbeiðinum. Tó er møguliga tørvur á meira skipaðari supervisjón ella ‘debriefing’. Foreldrasamstarvið eigur eisini at verða styrkt við føstum karmum og eigur at lýsast betri í skjølum.
Leiðsla og organisatión
Leiðslan er væl skipað við greiðum ábyrgdarbýti millum eindarleiðslu og staðbundna leiðslu. Eindarleiðarin arbeiðir við yvirskipaðum málum, meðan staðbundna leiðslan hevur ábyrgd fyri dagligu leiðsluni og at stuðla starvsfólkunum. Foreldur meta, at leiðslan er sjónlig og stuðlandi, og starvsfólkini uppliva tað sama.
Tilmælir og áheitanir
Mælt verður til, at tilboðið verður betri lýst í yvirskipaðum skjølum, og at virkisætlanir mugu nýtast. Lagt er tó til merkis, at ætlanir longu eru um hetta.
Framhaldandi verður mælt til, at ein meira strukturerað tilgongd verður til foreldrasamstarvið, og at tilgongdin verður lýst í skjølum.
Somuleiðis verður skotið upp at royna at betra um trivnaðin hjá eldru børnunum, t.d. við at hava skeið ella tiltøk á skrá, sum krevja tilmelding í eitt ávíst styttri tíðarskeið.
Eingin beinleiðis áheitan verður givið um, at nakað er kritiskt og skal fáast í rættlag beinanvegin.
Viðmerkingar frá Almannaverkinum
Arbeitt verður við virkisætlanum, og ætlanin er at gera ein faldara, sum lýsir tilboðið.
Ætlanin er at hava tvey árlig tiltøk fyri avvarðandi. Umhugsað verður eisini ein skipan við foreldrafundum.
Miða verður altíð eftir at bjóða eitt tilboð, sum øll fáa gleði av. Tí hevur starvsfólkabólkurin ymiskt uppskot til, hvussu mann skal gera broytingar fyri at bjóða innihald, sum skapar trivna fyri tey eldru.