Verkstaðið á Bakka
Verkstaðið á Bakka er ein vardur verkstaður, ið veitir arbeiðstilboð til fólk við likamligum og sálarligum breki, sum ikki megna at arbeiða undir vanligum marknaðartreytum. Málbólkurin er fólk millum 18 ár og fólkapensjónsaldur, ið hava tørv á hjálp og stuðli til at menna arbeiðsførleikar, sjálvsmenning og samskiftisførleikar.
Ætlan og virkisætlan
Tilboðið hevur vælskrivaðar ætlanir og virkisætlanir fyri allar borgarar, sum tryggja ein skipaðan og málrættaðan arbeiðshátt. Virkisætlanirnar fevna um ítøkilig mál og lutmál, ið eru í tráð við námsfrøðiliga grundarlagið. Eftirmeting og tillaging fer javnan fram. Virkisætlanirnar eru fakliga á høgum støði og stuðla við at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag.
Arbeiðshættir og háttalag
Tilboðið byggir á sosialnámsfrøði sum høvuðstilgongd, men dentur verður eisini lagdur á samskiftismenning, gerandismenning og KRAP. Handverkið verður nýtt sum “felags triðja” fyri at styrkja samskiftið og menningina. Starvsfólk eftirmeta arbeiðshættir og tillaga námsfrøðiliga arbeiðið til tann einstaka.
Trivnaður og menning hjá borgarum
Trivnaðurin er góður, og borgarar eru glaðir fyri verkstaðið. Virkisætlanir stuðla menningini, men aldur og øktir tørvir hjá borgarunum skapa avbjóðingar. Borgarar eru við í avgerðum um ávís viðurskifti og kunnu hvíla seg, um tørvur er á tí. Avvarðandi ynskja betri samskifti.
Fakliga arbeiðið hjá starvsfólkum
Starvsfólk hava neyðugar førleikar og ein jaligan arbeiðshátt. Leiðslan og starvsfólk eru tilvitað um tørvin á styrkja seg faklig serliga í mun til sálarligar avbjóðingar. Supervisjón verður brúkt eftir tørvi, og starvsfólk leggja dent á gott innanhýsis samstarv og fakliga reflektión. Arbeiðslagið stuðlar borgarunum við skipaðum námsfrøðiligum amboðum.
Leiðsla og organisatión
Leiðslan er væl skipað við greiðum ábyrgdarbýti millum eindarleiðslu og staðbundnari leiðslu. Samskiftið millum leiðslu og starvsfólk er opið og vælvirkandi. Ábyrgdarbýtið millum leiðara og starvsfólk er í ferð við at verða gjørt.
Tilmælir og áheitanir
Tað verður mælt til, at bøta um samskiftið við avvarðandi – serliga har ið borgarar búgva heima.
Mælt verður til at laga tilboðið meira konkret til tær reflektiónir, ið eru um ein málbólk, sum er blivin eldri og hevur fingið fleiri avbjóðingar.
Somuleiðis verður tilmælt at fáa ábyrgdarbýtið liðugt um, hvat er starvsfólkauppgávur og leiðsluuppgávur.
Eingin áheitan verður givin um, at nakað er kritiskt og skal fáast í rættlag beinanvegin.
Viðmerkingar frá Almannaverkinum
Arbeitt verður við at bøta um kunningina til avvarðandi, eins og at gera ábyrgdarbýtið millum leiðslu og starvsfólk týðiligari.