Stuðulstænasta

Stuðulstænastur fevna um eina røð av fjølbroyttum tænastum, sum ikki eru beinleiðis ásettar í forsorgarlógini. Tænasturnar eru stovnsettar yvir tíð, skipaðar eftir tørvinum í samfelagnum og fíggjarorkuni hjá Almannaverkinum.

Stuðulstænastan fyri vaksin er skipað sambært § 32 b í forsorgarlógini. Skipanin er stovnsett fyri at stuðla borgarum millum 18 og 66 ár, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so teir hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulin kann halda áfram eftir, at borgarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.

Stuðulstænasta kann veitast til fylgi, eftiransni, vøku, umsorgan og sosialpedagogiska hjálp, og er ætlað persónum, ið liva eitt lív við einum ávísum virksemi, ið krevur stuðul eitt ávíst tímatal og kann hetta virksemið vera bæði í heiminum og uttan fyri heimið. Borgarar, sum búgva á sambýlum og bústovnum eru ikki fevndir av skipanini við tað, at stuðulstænasta er partur av bútilboðnum.

Í serligum førum kunnu borgarar fáa fastar persónligar hjálparar, hvørs uppgávur fevna um praktiska hjálp, fylgjarauppgávur o.a.

Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipað við heimild í § 32 c. Skipanin er stovnsett til børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku.

Flestu stuðulstænastur verða í dag skipaðar sum toymistilboð, har bólkar av borgarum fáa sosialpedagogiskan stuðul, sum bæði kunnu hava einstaklinga og felags atlit og endamál. Tað eru faklig atlit, ið tala fyri, at ávísar tænastur verða veittar í bólkum heldur enn í ein til ein fyriskipanum.

Útgangsstøðið er, at kommunal ansingartilboð og frítíðarskúlatilboð eru til øll børn. Tó eru tað tey børn, sum vegna serligan tørv, ikki kunnu integrerast í kommunalu tilboðini. Frítíðartilboð, sum toymistilboð til børn eftir skúlatíð, hevur til endamáls at stuðla familjuni soleiðis, at foreldur kunnu røkja sítt arbeiði, umframt at børnini fáa eitt mennandi tilboð saman við øðrum javnlíkum. Eisini verða dagtilboð veitt sum toymistilboð til børn undir skúlaaldur og eftir frítíðarskúlaaldur.

Aðrar tænastur verða skipaðar sum ein til ein stuðul, har borgarin hevur tilknýti til eitt starvsfólk eitt ávíst tímatal um vikuna. Ávísir borgarar fáa náttarstuðul í heiminum og í ávísum føri á stovni.

Borgarar, sum bera brek, kunnu hava trupult at fáa og varðveita tilknýti til familju, vinir og netverk. Tískil kunnu eitt nú frítíðartilboð og klubbtilboð viðvirka til, at borgarin samstundis, sum persónligu og sosialu førleikarnir verða styrktir, eisini fær tilknýti til aðrar borgarar, sum eru í somu støðu. Toymistænasta kann viðvirka til, at borgarin gerst partur av einum netverki, sum kann brúkast uttanfyri tað skipaða tilboðið, og kann tí bæði virka motiverandi og mennandi fyri borgaran.

Toymistænastur verða veittar sum klubbtilboð, dagtilboð, frítíðartilboð, dagtilhald, mentortoymi og umlættingartilboð.

Snarslóð