Virknistænasta
Endamálið við virknistænastu er at geva borgarum, sum ikki hava møguleika at taka lut á vanliga arbeiðsmarknaðinum, orsakað av einum likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum, møguleika fyri at varðveita ella betra um persónligar førleikar ella lívskor við at arbeiða.
Virknistænastur fevna um vard verkstøð, verkhús og tilhaldsstøð og kunnu eisini skipast sum sjálvhjálparbólkar, ráðgeving og uppsøkjandi arbeiðið.
Almannaverkið, Sjóndepilin, Dugni og Fountainhúsið skipað og veita virknistænastur.