Upphavsrættur
Galdandi løgtingslóg um upphavsrætt eitur løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt. Lógin er ein dagføring av løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013 um upphavsrætt.
Galdandi lóg er at lesa her:
http://www.logir.fo/Logtingslog/30-fra-30-04-2015-um-upphavsraett
Yvirskipað um upphavsrættin
Upphavsrættur er einkarætturin hjá tí, ið hevur gjørt ella framleitt eitt verk, til at ráða yvir nýtsluna av verkinum, t.e. at gera eintøk av verkinum ella at gera verkið tøkt fyri almenninginum. Harumframt hevur upphavsmaður altíð rætt til at verða nevndur samsvarandi góðum siði. Til dømis er ikki loyvt at endurgeva tekst hjá øðrum uttan at nevna kelduna ella at taka niður tónleik á netinum, um hesin ikki lógliga er lagdur út.
Lógin um upphavsrætt tryggjar rithøvundum og listafólkum annars lógarfest einkarættindi til vard verk ella framleiðslur. Lógin hevur ásetingar um nýtslu av vardu verkunum og ásetir eisini t.d., at rættindahavararnir hava rætt til samsýning fyri nýtslu av verkunum. Lógin um upphavsrætt rættleiðir sostatt viðurskiftini millum vard verk, upphavsmenn, aðrar rættindahavarar og brúkarar.
Lógin er eitt amboð til at eggja rithøvundum og listafólkum at skapa verk, tí lógin tryggjar rættindahavaranum samsýning fyri nýtslu av teirra verkum. Tað verður mett sum ein samfelagsuppgáva og rímiligt at verja verkini. Samstundis tryggjar lógin eisini, at brúkarin hevur atgongd til verkini, m.a. gjøgnum felags skipanir. Brúkarir sum t.d. kringvørp, matstovur, dansistøð o.o. rinda t.d. fyri at spæla vard tónlistaverk sambært avtalu við góðkendar felagsskapir sum eitt nú Koda og Gramex.
Hvat verður vart?
Upphavsrættarlógin verjir bókmentalig og listarlig verk. Upphavsrætturin verjir ítøkiliga verkið, soleiðis sum tað kemur fram, t.e. ta listarligu tilevning, ið listamaðurin hevur givið verkinum. Upphavsrætturin verjir ikki hugskotið. Hugskot, grundreglur, myndevni og líknandi, ið liggja aftan fyri eitt verk, kunnu onnur frítt nýta. Bert ítøkiliga tilevningin verður vard upphavsrættarliga.
Hvør verður vardur?
Tann, ið skapar eitt verk, hevur upphavsrættin til verkið. Hesin verður nevndur upphavsmaður. Tó kann upphavsrætturin heilt ella lutvíst fara til onnur sambært ítøkiligari avtalu, vegna arv ella líknandi. Um fleiri rættindahavarar eru til sama verk, eiga teir í felag rættin til felagsverkið. Fyri at kunna eiga lut í upphavsrættinum skal rættindahavari hava skapað verkið, ella part av hesum, sjálvstøðugt. Verkið skal vera originalt. Hjálparfólk, ið hava hjálpt við tøkniligum ella praktiskum tingum, eru sostatt ikki at rokna sum upphavsmenn.
Ávís sløg av verkum, sum t.d. filmar, hava fleiri rættindahavarar, so sum tekstsmið (bókmentaverk), tónasmið (tónlistaverk), myndafólk (myndlistverk og/ella fotolist), leikstjóra o.s.fr. Onnur verk hava vanliga bert ein rættindahavara, t.d. skaldsøgur, har bert rithøvundurin er rættindahavari. Tó hevur tann, sum hevur gjørt møguligar myndir til permu o.tíl. mest sannlíkt upphavsrætt til myndina.