Kvinnurættindasáttmálin

Sáttmálin um at basa øll sløg av mismuni móti kvinnum varð samtyktur av ST aðalfundinum 18. desembur í 1979, og hevur verið í gildi fyri Føroyar síðani 21. apríl 1983.

Committee on the Elimination of Discrimination against Women (CEDAW) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við kvinnurættindasáttmálan.

Eitt valfrítt ískoyti er til kvinnurættindasáttmálan, sum gevur persónum møguleika at klaga til CEDAW, um mett verður, at brot eru framd á kvinnurættindasáttmálan. Valfría ískoti er galdandi fyri Føroyar. Frágreiðingarnar, ið vera latnar ST viðvíkjandi til kvinnurættindasáttmálanum, umfata eisini hetta sáttmálaískoyti.

Kvinnurættindasáttmálin er ikki at meta sum ein lóg, ið lond kunnu dømast eftir, men er hinvegin reglur, ið limalondini hava bundið seg til at fylgja. Og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu londini verða fyri ábreiðslum frá ST.

Føroyar skulu lata frágreiðing til ST umleið fjórða hvørt ár. Hetta er ein liður í skyldunum sambært Kvinnurættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini. Føroyar vóru, saman við Danmark og Grønlandi, seinast til hoyring hjá ST nevndini í februar 2021.

Les sáttmálan her:

Kvinnurættindasáttmálin