ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek

Í mai 2009 tóku Føroyar undir við sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek – breksáttmálanum.

Endamálið við sáttmálanum er at fremja, verja og tryggja fólki, ið bera brek, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fullvegis og javnbjóðis, og fremja virðingina fyri teirra viðføddu tign. Breksáttmálin er ein ætlanaryvirlýsing, sum útgreinar karmarnar fyri, hvussu rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða varðveitt, styrkt og ment í samfelagnum.

Fólk, ið bera brek, fevna sambært sáttmálanum um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring í Geneve, hjá serfrøðinganevndini í ST, ið varðar av Sáttmálanum. Hetta er aðru ferð at Føroyar eru til hoyring. Fyrra hoyringin var í 2014.

Tilgongdin undan munnligu hoyringini hesaferð byrjaði longu í 2019 við undanhoyring, har MEGD luttók. Saman við áhugafeløgunum hevur MEGD latið gjørt ein evnislista(list of issues), ið lýsir støðuna úr sjónarhorninum hjá áhugafeløgunum. Evnislistin er grundarlagið undir spurningunum frá serfrøðinganevndini, sum Føroya landsstýri roynir at svara í frágreiðing, sum er latin ST í apríl 2020. Harumframt hevur MEGD í juli 2024 latið inn eina Skuggafrágreiðing til ST, har orð verða sett á tey rættindi, sum tey meta at tørvur framvegis er á at fáa í rætt lag. Hetta tilfarið er grundarlagi undir hoyringini, sum Føroyar vóru til í Geneve tann 23. august.

Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini fremja sáttmálan í verki. Hoyringin er fyri kongsríki Danmarkar – Tað eru Føroyar, Danmark og Grønland. Londini svara hvør sær.

Í sambandi við niðurstøðuna frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin ávís tilmæli og viðmerkingar, sum vóru almannakunngjørd tann 8. oktober 2024. 

Tilmælini og viðmerkingar frá serfrøðinganevndini eru ítøkiliga orðað til einstøku londini í danska ríkinum, umframt til kongsríki Danmarkar, har londini eru nevnd undir einum. Talan er um almenn tilmæli, ið leggja upp til, at londini hvør í sínum lagi fylgja teimum.

Serfrøðinganevndin leggur áherðslu á, at tey mæla til, at øll tilmælini verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.

Tað er Almanna- og mentamálaráðið ið hevur samskiparaleiklutin sambært § 33, stk. 1 í breksáttmálanum​, og hevur skyldu at almannakunngera niðurstøðurnar​. Hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum til teirra málsøki.

Brekpolitiskar grundreglur

Sí Brekpolitisku grundreglurnar her

Breksáttmálin

Sí ST sáttmálan um rættindi einstakliga, sum bera brek her

Lættlisin útgáva

Uppskotið, ið varð samtykt kann lesast her