Seinnapartin varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Ingibjørg Hentze í dag rundar tey 100 árini. Almenna móttøkan var á sambýlinum oman Hoydalar 6, har eisini Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður var boðin við og helt røðu.
Niðanfyri ber til at lesa røðu hansara:
Góða Ingibjørg, hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
At sleppa at halda eina 100 ára føðingardagsrøðu er í sær sjálvum ein heiður. Men í hesum føri er tað ein serlig krúlla á eisini, tí sum kanska nøkrum kunnugt, so er tú langommusystir mín.
Mítt ættarlið er trý ættarlið aftanfyri títt. Tú er seinasta fólkið, sum er millum okkum, ið veit um og hevur livað millum fleiri av okkara egna fólki, sum komu undan okkum. Tað gevur tínum leikluti í familjuni ein stóran týdning.Ingibjørg Hentze var fødd tann 24. august í 1922 og var doypt Ingibjørg Sandoy. Hon var yngst av einum systkinaflokki, sum taldi sjey børn. Fýra dreingir og tríggjar gentur.
Foreldrini vóru Jóan Petur Sandoy ella Jóan Petur í Skemmuni og Marin Katrina Hentze, sum var ættað úr Uttastovu. Bæði foreldrini vórðu úr Trøðum á Sandi, lítlu bygdini við smáu húsunum fram við vatnið, sum Hans Andrias Djurhuus yrkir um í sanginum ”Meg minnist eina mynd”. Um yrkingin veruliga er um Traðir, er nokk ikki staðfest, men lýsingin passar væl.
Vatnið, kletturin, smáu húsini og hvíldarlagið, sum hevði lagt seg yvir staðið, eftir ein strævnan arbeiðsdag, verður millum annað lýst við einum dreingi, sum situr við tráðu, tjóðraða hestinum og fuglasongi.
Uppvøksturin á einum bóndagarði í aðrari øld og eini aðrari tíð, kann ikki samanberast við tíðina, ið vit liva í nú. Í samrøðu við Niels Juel Arge í 1965, gevur jarðarmóðirin Marin í Klingruni okkum eitt lítið innlit inn í tíðina og umstøðurnar, sum tær vórðu fyrst í farnu øld.
Hon greiðir frá eini ódnarnátt tá Klæmintstovubóndin í Dali, Groth Nolsøe, kemur algoystur inn til sín, tí ein kona í Dali var komin til at eiga. Marin og Groth av húsum og máttu skiftivís renna og ganga til Dals, umvegis Skarvanes. Tá ringast stóð til við áarføri, regni og ringum lendi, bar Groth Marina á bakinum.
Tíðin, tá bøndur bóru jarðarmøður á bakinum í haganum millum Skarvanes og Dal, er ikki meira. Nú verður tosa um at byggja ein vindmyllulund í sama øki og hittir tú nakran rennandi ella gangandi í haganum í dag, er tað tí at viðkomandi leitar sær sálarstyrk ella styttir sær um stundir.
Tað er heilt einfalt hvør sín heimur. Uttan hentleikar av øllum handa slagi vuksu tit systkini upp, júst sum øll onnur tá á døgum. Men tit komu uppundan allíkavæl.
Lívsleiðin hjá tær, Ingibjørg, gjørdist tann sama sum hjá flestu ungu kvinnum tá. Sum ung tænti tú í Havn, eins og vanligt var. Dreingir fóru til sjós og gentur at tæna. Og júst tað – at tæna – er ein eginleiki, sum hevur verið títt eyðkenni, siga synir tínir og annars fólk, sum hava kent teg. Tá tú skuldi lýsast, var tað sum ein, sum tænti, sum var virkin og var gestablíð.
At hava eitt opið heim, eitt hjálpsamt virkni og eitt tænandi lyndi, eru ikki eginleikar, sum koma av sær sjálvum, men tað er nakað, sum mann velur at verða, tí mann heldur tað verða rætt. Tað hevur tú valt at verða og eg vil siga, at tú hevur valt tann góða lutin og tað er nakað, sum vit øll allarhelst kundu lært nakað av.
Tú giftist við Tórbjørn Hentze í 1942. Tórbjørn var eisini heiman av Sandi, men tað var ikki har suðuri, at tit valdu at búleikast, men á Argjum. Tórbjørn arbeiddi sum maskinmaður, fyrst á sjónum og seinni á Landssjúkrahúsinum.
Hann andaðist í 2001.
Børnini fingu tit fýra: Torfinn í 1943, Ragnar í 1945 og Ruth í 1947, men henni untist bara at liva í seks dagar, Í 1951 fáa tit so Rúna.
Men síðan er lagt nógv afturat. Við børnum koma verbørn, ommubørn, langommubørn og enntá eisini er tær unt at gerast olduromma. So tit, sum einaferð vóru tvey, eru í dagin ein stórur skari. Eins og stjørnur á himli og sandkorn við sjóvarstrond, sum tað stendur í Hebrearabrævinum.Eg hugsi at enda við tveimum ørindum úr yrkingini Móðir Mín, sum Símun av Skarði yrkti til mammu sína á hennara sjeyti ára degi. Eg hugsi, at hesi ørindini hóska seg væl til tín – ein, sum er lýst at verða heimlig, kærleiksfull og at tæna øðrum:
"Heima” er so hjartaligt eitt orð,
heima er tó altíð best at verða;
hvar á foldum falla míni spor,
heimið eg í huga tó man bera.
Tøkk, mín móðir! fyri kærleik tann,
tygum niður í mítt hjarta løgdu;
tí ið syndamein sárt í mær brann,
kærleikur tá sárið aftur grøddi.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum og takk fyri.