Mánadagin, 24. januar, verður arbeiðið, at byggja sambýlið við Reynstún á Argjum, boðið út.
Vit hava bíðað leingi og eg eri sera fegin um, at arbeiðið loksins verður boðið út. Hetta er eitt stig á leiðini, at útvega bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.
Sambýlið á Argjum er ætlað fólki við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á hjálp og stuðli alt samdøgrið. 18 búfólk fara at húsast í sambýlinum.
Arbeiðið verður boðið út sum fýra stórarbeiðstøkur. Hesar fevna um ávikavist:
- Jørð- og kloakkarbeiði
- Timbur-, snikkara-, betong-, lendis-, málara- múrara- og gólvarbeiði
- El-arbeiði
- HVS-arbeiði
Innbúgv verður boðið út seinni.
Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og er mett at taka 18 mánaðir. Sambýlið verður sostatt eftir ætlan liðugt í november 2023.
Tað er Landsverk, sum bjóðar arbeiðið út vegna Almannamálaráðið. Lisitatiónin verður 18. februar 2022.