Í dag 4. august 2022 hevur verið hátíðardagur í Hvalba, nú Elisabeth Kristine Frederikke Eið úr Nesi, vanliga nevnd Betta, fyllir 100 ár. Føðingardagurin varð hildin í Roynhúsinum, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Bettu.
Eisini Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum hevði leitað sær suður um fjørð. Í tí sambandi helt hann røðu fyri Bettu og niðanfyri ber til at lesa røðuna:
Góða Betta – hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
At fylla 100 ár er fáum okkara unt. Flestu okkara klára kanska at fara yvirum tey áttati árini, áðrenn lívsstrongurin slitnar, men hesi hagtøl hevur tú eftir øllum at døma ikki givið tær far um, nú tú fer um tey 100 árini.
Grundtvig sigur í sálminum Hjá tær, o, Drottin, at tey áttati árini eru ein kappa aldur.
Í sálmi 90 í Gamla Testamenti stendur, at Lív okkara varir sjeyti ár – ella áttati, táið styrkin er nógv
Bæði Móses, sum skrivaði sálmin, og Grundtvig, eru samdir – bara tey sterkastu okkara náa áttati ára aldur. Áttati er ein kappaaldur.
Tí er kanska torført at seta tey røttu orðini og tað rætta heitið á ein, sum nær 100 ára aldur, tí hvat er størri og sterkari enn ein kappi?
Eg veit ikki, men í øllum førum hava tygum, Betta, nátt tann aldurin. Og tygum eru í einum lítlum bólki, tí tey, ið eru 100 ár ella eldri í Føroyum, kunnu næstan teljast á einari hond.
Nú legði eg út við at sitera frá sálmi 90 í Gamla Testamenti um kappaaldurin. Víðari í sálminum stendur, at stórur partur av lívi okkara, er møði og strev fyri dagsins uppihaldi.
Fødd í 1922 í Nesi í Hvalba, kenna tygum Elisabeth Kristina Fredrikke, sum er fulla navnið, alt til at arbeiða fyri dagsins uppihaldi. Sum hjá so nógvum øðrum, var tað eisini vænta av tygum at hjálpa til í tí dagliga í húsinum, tá aldurin var komin til tað.
Og har var nóg mikið at gera, tí umframt foreldrini Julianna og Martin, vórðu nýggju systkin í húsi og í húsinum var telefonstøð, sjúkrakassi, krambúð, umframt at pápi tygara eisini stóð fyri fiskaarbeiði. So har var nokk at taka til hjá øllum hondum, sum vórðu leysar.
Men mær er eisini sagt, at tú hevði góð barnaár í Hvalba og at tú sær gott afturá skúlaárini, har nógv at tí uttanatlæru, ið tit høvdu skúlanum, enn situr í minninum.
Sum 16 ára gomul, fóru tygum suður til Vágs í húspláss og tað var har, at tygum hittu Frits úr Porkeri, sum tygum seinni giftust við í 1947. Fyrst búsettust tit í Porkeri, men tað vísti seg, at góða lendi og bergi í Hvalba kallaði og tit fluttu so norð her nøkur ár seinni og búsettust í Nesi, har tit blivu verandi. Saman fingu tit børnini Marjun, Martin og Jórun.
Nú tosast ofta um kærleiksmál. Øll hava sín máta til bæði at taka ímóti og fáa kærleika. Sambært børnum tygara, er umsorgan og hjálpsemi tín máti at vísa kærleika uppá.
Tað sæst aftur í tínum gerðum og hvussu tú hevur hjálpt teimum, sum hava havt tørv á tí, millum øðrum foreldrum tínum á teirra eldru árum og tá heilsan bilaði. Hvussu tú við áhuga hevur fylgt við tínum børnum, barnabørnum og langommubørnum og altíð staðið klár at hjálpa og verða teimum ein stuðul.
Tað fekk meg at hugsa um eina stutta yrking, sum Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði til mammu sína.
Í morgun gekk eg mær ein túr aftur í tíðina og møtti eg mammu míni.
Eg støðgaði á og hugdi djúpt inn í eygnadýpd hennara og sá
at alt, sum hon hevur gjørt, hevur hon gjørt fyri at styrkja meg.
Eisini, tá ið hon lyfti meg upp og pilkaði grús úr grátinum, tók pínuna í seg, so eg sjálvur dugi at turka saltið av kjálkanum.
At verða til taks og at verða ein, sum hjálpir og hevur umsorgan, er ein góður leiklutur at hava. Og tað er ikki bara tygara nærmastu, sum hava notið gott av tí. Hetta hevur eisini sæst aftur í tygara kirkjuliga arbeiði, í sunnudagsskúlanum, í sjómanskvinnuarbeiði og øðrum sosialum og hjálpararbeiði.
Abbi mín og tygum eru samtíðarfólk. Hann var nøkur ár yngri enn tygum eru, men tit eru uppvaksin um somu tíð og undir somu umstøðum. Hann plagdi at siga í sínum seinni árum, at heimurin var so nógv broyttur í sínari tíð, at tað hevði ikki komið óvart á hann, um fólk fór at búgva á mánanum áðrenn hann fór herfrá.
Nú er hann farin og fólk býr ikki á mánanum – enn – men hann hevði grein í sínum máli. Broytingin, sum er farin fram seinastu hundrað árini er heilt óvanlig í mun til alla aðra tíð. Og tygum, Betta, hava uppliva broytingina.
Fyri hundrað árum síðan, kom fyrsti bilurin til Føroya.
Í dag eru 42 túsund akfør skrásett í Føroyum.
Í 1922 búðu umleið 22 túsund fólk í Føroyum.
Í dag búgva umleið 54 túsund. Meir enn ein tvífaldan.
Í 1922 høvdu vit ongan vælferðarstat, nú hava vit ein av heimsins bestu. Ábyrgdin at taka sær av sínum og sínum næsta, lá á hvørjum einstøkum, nú er tað almenna skipanin, sum í stóran mun hevur tikið yvir. Fyrr var ikki øllum unt at sleppa í skúla, nú sleppur tann, ið hevur hug.
Í 1922 vórðu royndirnar við ravmagni, ella streymi, spildurnýggjar í Føroyum. Nú er næstan ikki tað hjørnið eftir í Føroyum, sum ikki hevur streym og vit liva ikki uttan.
Eg kundi hildið áfram, men tað stutta av tí langa er, at samfelagið er hesi farnu hundrað árini broytt grundleggjandi á næstan øllum mótum og er ikki at kenna aftur í mun til samfelagið, sum tygum vórðu fødd inn í.
Eg skal ikki gera meira burturúr, men enda við at ynskja tær og tínum hjartaliga til lukku við teimum hundrað árunum, nú tygum væl og virðiliga hevur nátt kappaaldri.
Takk fyri
.