16.08.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Blindafelagið rundar tey fimmti

Blindafelagið rundar tey fimmti
1 / 7

Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari móttøku í sambandi við, at tað eru liðin 50 ár síðani eldsálir settu Føroya Blindafelag á stovn.

Væl av fólki var savnað á Sjóndeplinum á Íslandsvegur 10a, har bæði talur og tónleikur vóru á skránni.

Í sambandi við føðingardagin hevur felagið skift navn frá Føroya Blindafelag til Blindafelagið og tey hava eisini fingið nýtt búmerkið, ið er ein stari við slagorðinum "ikki missa flogið".

Eisini luttók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum og bar hon fram røðu fyri Blindafelagið. Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

 

Góðu tit øll í Blindafelagnum

Av fullum og heilum hjarta til lukku við teimum 50 árunum og hjartans tøkk fyri høvi at halda henda stóra dag saman við tykkum. Tað er ein gáva, eins og tit og tykkara felagskapur er ein gáva.

50 ár og mitt í lívinum. Full av orku og áræði. Full av lívsvísdómi og royndum. Búgvin og byrg.

Øllum menniskjum tørvar ein felagsskap at vera í. At vera partur av onkrum og at kenna seg hoyra til. Einsamøll megna vit so lítið. Saman kunnu vit flyta fjøll. At vera í felagsskapi við onnur menniskju er avgerandi fyri lívsgóðskuna og lívstreystið hjá flestu okkara. Tí søkja vit felagsskap við onnur menniskju. Serliga tey, vit hava nakað í felag við.

Soleiðis er eisini søgan um Blindafelagið, sum øll hesi árini hevur havt sum fremsta mál at bøta um korini og at gera gerandisdagin lættari hjá blindum og sjónveikum. Afturat hesum hava tit brúkt nógva orku uppá at vísa okkum øllum, hvørji tit eru, og hvussu vit saman kunnu skapa góðar og liviligar umstøður.

Vit kenna tykkum frá sjónvarpslýsingum, frá útvarpinum, frá arbeiðsplássum og øðrum. Alt hetta hevur givið samfelagnum vegleiðing um, hvussu vit best hjálpast at, soleiðis at blind og sjónveik fólk kenna seg væl í samfelagnum, og vit síggjandi megna at stuðla.

Hetta er gull vert.

Tað tekur óttan fyri tí ókenda burtur, og fær okkum at tora at hjálpa, um tað skal til. Vitan og vegleiðing vinna altíð á ótryggleikanum.

Blindafelagið hevur eina virkna nevnd, sum skipar dagliga arbeiðið í felagnum. Forkvinna er Ruth Thomsen, næstformaður er Brestir Patursson, og kassameistari er Johan Petur Nielsen. Tórun Sumberg er tiltakslimur.

Eitt annað aðalmál hjá felagnum er at stuðla undir, at limirnir eru virknir í skúla-, arbeiðs- og nærumhvørvinum við teimum tillagingum og møguligum hjálpartólum, sum kunnu hjálpa til í hesum. Hetta verður gjørt í tøttum og góðum samstarvi við Sjóndepilin.

Í týdningarmiklu bókini hjá Doris Hansen “Søgan um hini”, sum jú er okkara felags søga, er okkara breksøga væl lýst. Doris lýsir eisini umstøður hjá blindum og sjónveikum. Tað sæst, at blindni hevur verið roknað sum nakað av einum ellisbreki, og at lítið og onki bleiv gjørt fyri at hjálpa. Kanska tí fáir møguleikar vóru.

Í søguligum skjølum sæst, at í 1884 skrivar Lund fylkislækni “Iagttagelser fra Færøerne”, at 204 fólk við eygnasjúkum høvdu verið hjá honum. Tað svaraði til 4.4% av øllum sjúklingum, so tað hevur verið sonn fólkasjúka. Í nútíðartølum hevði tað givið omanfyri 2.400 fólk. Í fólkateljingini í 1901 lesa vit, at tað vóru 45 blind fólk í Føroyum.

Eisini sæst, at Rasmussen lækni, sum kom til Eiðis at arbeiða fyri 100 árum síðan, varnaðist, at har vóru so mong við sjóntrupulleikum. Hann skrivaði út til heimildarfólk í øllum bygdum og fekk gjørt eina uppteljing av, hvussu mong fólk vóru við sjóntrupulleikum. Uppteljingin gav 111 fólk. Hann royndi at fáa hesi fólkini at fara til lækna, men sera fá møttu upp. Av tí sama fór hann undir at fáa eygnalækna til Føroya, so at læknin kundi fara út til fólkini í staðin. Í 1932 eydnaðist hetta, og fyrsti eygnalækni kom til Føroya. Tað hevur verið eitt stórt og neyðugt frambrot.

Tað eru sum oftast eldsálir, ið flyta okkum fram á leið. Soleiðis hevur tað eisini verið – og er í Blindafelagnum.

Tit megnaðu longu í ’80-unum at útvega tykkum egin hús á Traðarbrekku. Tankin longu tá var at brúka húsið til aktivitetir og samveru fyri blind og sjónveik, men í fyrstu syftu búði Andras í Pálsstovu, sum tá var formaður í felagnum, í húsunum, umframt at fundarvirksemi hjá felagnum eisini var har.

Restin av húsinum bleiv leigað út fyri at fíggja virksemið hjá felagnum. Í felagnum føddist eisini hugskotið til tað, sum seinni bleiv Blindastovnurin, ið varð tikin í nýtslu í 1988.

Var tað ikki fyri Blindafelagið, so var Blindastovnurin, sum nú eitur Sjóndepilin, ikki komin. Ongin tøkk er nóg stór fyri hetta megnar arbeiði.

Tíðirnar eru broyttar, og Sjóndepilin fær nú pening av fíggjarlógini. Og tað er, sum tað skal vera. Sjóndepilin fær stóra og neyðuga umvæling í løtuni, so húsið kann vera tykkara trygga basa - oasa í mong, mong ár.

Bæði á Sjóndeplinum og í Traðarbrekku er virksemi við verkstøðum og handli, umframt at hesi eru dagligt arbeiðsstað hjá mongum. Tað er ein sonn sólskinssøga, til gleði fyri so mong.

Lutirnir, tit virka, eru heilt einastandandi. So vakurt og vælgjørt handverk, sum prýða allastaðni, har tey eru. Heilt serstakliga flott. Tað gevur eisini lutunum nakað serligt, at tit hava gjørt teir. Kann bara siga fyri meg, at vovnu viskustykkini eru so vøkur, at eg brúki tey bara til pynt.

Tíbetur er tað soleiðis, at umstøðurnar áhaldandi broytast til tað berta, og at samfelgið gerst meira atkomuligt og rúmshótt. Í hesum árinum er tað serliga atgongdin til ljóðbøkur, sum nú veruliga er í stórari menning. Við nýggju bókasavnslógini er atkoman blivin betri, og arbeitt verður við at blind og sjónveik fáa enn betri atgongd. Tað hevur stóran týdning at hava javnbjóðis atgongd til vitan, bókmentir og mentanarøkið sum heild. 

Eg havi havt ta gleði at fáa eina stóra uppliving saman við tykkum. Vit vóru her, alt løgtingið, til so stásiligt borðhald við alskyns góðum. Vit vóru boðin at trína inn í tykkara verð og fingu flotta “máltíð í myrkri”.

Tað var eitt stórt og serligt upplivilsi, og sera jaligt eisini soleiðis at sita til háborðs. Nógv upplivdist øðrvísi. Eg var eitt sindur varin at smakka nakað, sum eg ikki hevði sæð, men tað gekk væl.

Selskap og matur var framúr. Prátið gekk eisini sera væl. Men tað setti nakrar hugsanir í gongd um, hvussu tað man upplivast ikki at síggja. Tað, sum fyri meg stendur sterkast eftir, er, hvussu intenst eg upplivdi livandi tónleikin. Tað var, sum  øll filtur vóru sáldað frá sálini, og sangurin fór beint inn. So rørandi, at tað er ilt at siga frá. Eg eru glað og takksom, at eg havi upplivað tað.

Søgan um “Tann lítla prinsin” er heimsklassikari. Hon er týdd til omanfyri 300 mál og dialektir. Tað sigst, at bókin er mest selda bók í heiminum aftaná Bíbliuna, við 2 milliónum eintøkum árliga. Gjøgnum lítlu bókina fáa vit lut í einum stórverki við so stórum lívsvísdómi, at bókin er ævigt galdandi.

Søgan snýr seg um flogskiparan, sum endar einsamallur í oyðimørkini, tí flogfarið fær maskinskaða. Meðan hann stríðist við at umvæla flogfarið, so hann kann sleppa heimaftur, hittir hann lítla prinsin, sum kemur frá eini aðrari gongustjørnu. Lítli prinsurin er á ferð á ymsum gongustjørnum at leita eftir vinum og eftir hjálp til rósu sína.

Á ferðini hittir hann ymiskt. Tað kendasta er nokk søgan um revin, sum hann møtir, og hvussu teir báðir gjørdist vinir. Hvussu lítli prinsurin fortelur um, at hetta bara var ein revur, sum 100 túsund aðrir revar, men hvussu prinsurin tamdi revin, og teir blivu vinir, og hvussu revurin soleiðis fyri hann bleiv einasti revur i heiminum. Man kennir bara tað, sum man temur, segði prinsurin.

Í bókini hoyra vit eisini um, hvussu prinsurin undrast á menniskjuni, sum dyrka 5.000 rósur í havanum, og hóast tað ikki finna ta rósuna, tey leita eftir. Um hvussu prinsurin greiðir frá, at tað er tíðin, man brúkar upp á einstøku rósuna, sum ger hana serstaka og til nakað, man kennir. Tí onki í heiminum kann vera eins. Øll eru ymisk, og øll eru serstøk.

Man kemur ikki langan veg, um man bara gongur beint fram. Tað segði lítli prinsurin eisini. Beina leiðin uttan snøklar á lívsleiðini mennir ongan. Beini teigurin er eisini stytst, tí læra vit minni har.

Men tað allarstørsta, sum tann lítli prinsurin segði, var, at tað týdningarmesta í lívinum var ósjónligt fyri eygað, tí tað er einans við hjartanum, vit veruliga kunnu síggja.

Enn einaferð. Av hjarta til lukku við 50 ára degnum og blíðan byr í ókomnum tíðum.

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum