
Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevði í gjár fund við forfólkini í javnstøðunevndini og Demokratia, Hallu Nolsøe Poulsen og Niels Una Dam.
Fundurin var eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum at hitta forfólkini, og at hoyra tey greiða frá um teirra virksemi og framtíðarætlanir. Báðar nevndir hava verið sera virknar undanfarna ár, og hava somuleiðis nógv á skrá til árið í ár.
Á fundinum nýtti landsstýrismaðurin eisini høvi at kunna um ætlanir, sum millum annað snúgva seg um at fara undir at endurskoða og dagføra javnstøðulógina, og at gera eina javnstøðuætlan fyri Føroya landsstýri.
Báðar verkætlanirnar eru kærkomnar og neyðug stig fyri javnstøðumál, sum landsstýrið nú hevur raðfest, sigur landsstýrismaðurin í stuttari viðmerking.