Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Almanna- og mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Kommunufelagnum handaði í seinastu viku Margit Stórá, landsstýriskvinnu i heilsumálum, álit um betri samskipan innan endurvenjing.
Arbeiðsbólkurin hevur eyðmerkt og lýst, hvørjar avbjóðingar eru innan endurvenjing í Føroyum, síðan eru tilmæli gjørd við uppskotum um, hvussu avbjóðingarnar verða loystar.
Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu. Millum annað eru tilmælir um, at starvsfólk innan økið fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna, endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar, tryggjast skal, at borgarar ikki detta niður ímillum skipanir, flutningstænasta skal skipast og knappa starvsfólkatilfeingið skal gagnnýtast betri.
Alt álitið kann lesast her – Álit um betri samskipan innan endurvenjing