Farið verður nú undir at fyrireika búpláss til 24 vaksin fólk við autismu
Í dag hittust landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, embætisfólk, viðskiftastjórin á Almannaverkinum, autismufelagið, verkætlanarleiðarar hjá Landsverki, og EYA arkitektar, sum skulu tekna nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.
Verkætlanin er liður í ætlanini hjá landsstýrinum at útvega fleiri vardar bústaðir og harvið búpláss komandi árini.
Tvær verkætlanir eru lidnar í hesum samgonguskeiðinum. Tann triðja verður liðug nú fyri summarfrítíðina.
Landsverk skipaði í februar fyri útboð av ráðgeving og prosjektering av sambýlinum við Rygsá. Dómsnevndin fekk sjey uppskot at taka støðu til. EYA arkitektar saman við CUBO arkitektum, vunnu útboðið, og skulu standa fyri ráðgeving og prosjektering .
Gongur eftir ætlan, verður farið undir at byggja miðskeiðis í 2025.
Málbólkurin, sum bygt verður til við Rygsá, eru fólk við autismu, sum hava miðal ella stóran tørv á hjálp og stuðli í gerandisdegnum.