Listaframsýningin Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands varð sett á stórum tiltaki í Scandinavia House á Manhattan í New York leygardagin 13. apríl.
Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands er framsýning við føroyskari samtíðarlist við verkum eftir Tórodd Poulsen, Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir. Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina.
sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum setti listaframsýningina.
Í setanarrøðuni kom Sirið Stenberg inn á tann týdning, ið sambandið við útheimin hevur fyri føroyska samfelagið og fyri tey listafólk, ið virka í Føroyum.
Landsstýriskvinnan nevndi amerikansku listakvinnuna Elisabeth Taylor, sum í eitt tíðarskeið fyrst í 20. øld búði á Eiði og hevði stóran týdning fyri ta spírandi føroysku myndlistina. Eisini nevndi hon listakvinnuna Ruth Smith, sum var millum fyrstu føroysku listafólkini, ið nomu sær útbúgving á listaakademinum í Keypmannahavn, og hvørs verk eru týðandi partar av føroyska listaarvinum. Føroyska myndlistin er lutfalsliga ung, og møguliga hevur tað gjørt sítt til, at kvinnur hava havt ein týðandi leiklut í føroysku listasøguni frá byrjan av.
Stórt tiltak var til setanina við røðum, stuttfilmi um listaframsýningina og listapráti við Kinnu Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen.
Í listaprátinum varð komið inn á stóru menningina, ið er farin fram innan føroyska list síðani aldaskiftið. Føroysk listafólk útbúgva seg kring allan heim, og tað sæst aftur í tí fjølbroytni, ið hevur eyðkent føroyska samtíðarlist seinastu árini. Í mun til fólkatalið eiga Føroyar eitt stórt tal av listafólkum, ið skapa list á høgum altjóða stigi.
Kinna Poulsen, sum hevur kuraterað framsýningina, er fegin um góðu móttøkuna í New York.
Listaframsýningin er partur av føroysku mentanardøgunum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House í New York, sum byrjaðu hesa vikuna, og sum halda fram til fyrst í juli.
Mentanarátakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America.
Mentanarátakið er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.
Myndir: Edwina Hay @arenotphotos