11.04.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Forkvinnuskifti í MEGD

Forkvinnuskifti í MEGD
1 / 6

Í dag varð almenn móttøka í MEGD, í sambandi við at Tóra við Keldu er farin frá sum forkvinna í MEGD, og Ruth Thomsen hevur tikið við sessinum. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, luttók og bar hann fram eina heilsan til tær báðar.

Heilsanin kann lesast her:

Eg fari vegna landsstýrið eisini nýta høvið til at takka Tóru við Keldu fyri tíðina, ið hon hevur verið forkvinna í MEGD. Tóra varð vald til forkvinnu fyri fyrstu ferð í 2014, og hevur tí verið við til at mynda felagið, og miðvísa arbeiðið á brekøkinum í eina rúma tíð.

Sigast kann um Tóru at hon hevur verið ein sera sjónlig og eldhugað forkvinna, sum ígjøgnum sítt arbeiði í MEGD hevur víst eina djúpa trúgv uppá rættindi og lívsgóðsku hjá fólki, ið bera brek.

Hennara virki hevur verið merkt av drúgvum arbeiði, góðum samstarvsevnum og eini greiðari visjón fyri inklusjón í samfelagnum. Hon hevur megnað at givið fólki við breki eina sterka rødd og hevur verið eitt týðandi talirør fyri at vit áheldandi skulu arbeiða fyri at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek at búgva.

Og góða Ruth. Hjartaliga til lukku við starvinum sum forkvinna í MEGD!

Tú kemur inn í eina týðandi og virðismiklan sess, og tað verður spennandi at fylgja tínum arbeiði fyri at øll skulu hava javnrættindi í Føroyum.

Eg gleði meg til eitt gott og virkisfult samstarv.

MEGD hevur øll árini verið at arbeiða fyri at beina burtur allan mismun, tá ið ræður um fulla atkomu til eitt virkið lív í gerandisdegnum, á arbeiðsmarknaðinum og í politiska lívinum, og við tínum royndum sum forkvinna í Blindafelagnum eri eg sannførdur um, at tú fert at mynda MEGD við styrki og dirvi.

Vónandi fært tú eina góða byrjan og nógvan viðvind á leiðini.