24.01.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Freistin at søkja stuðul til film er 1. mai 2025

Freistin at søkja stuðul til film er 1. mai 2025

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur filmsstuðulin.

Mentanargrunnur Landsins lýsir sambært § 4, stk. 1. í kunngerðini alment eftir filmsumsóknum við einari umsóknarfreist upp á í minsta lagi 6 vikur. Harumframt er sambært § 4, stk. 2 fýra árligar umsóknarfreistir: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november.

Av tí at kunngerðin kom í gildi 1. januar 2025, hevur tað ikki verið gjørligt at hildið freistina á 6 vikurr, ið umsøkjari í minsta lagi skal hava, áðrenn freistin 1. februar er úti. 

Freistin at søkja um stuðul til film er tískil sett at vera 1. mai 2025