03.02.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Freistin at søkja stuðul til film er framskundað til 17. mars 2025

Freistin at søkja stuðul til film er framskundað til 17. mars 2025

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur filmsstuðulin.

Mentanargrunnur Landsins lýsir alment eftir filmsumsóknum við einari umsóknarfreist uppá í minsta lagi 6 vikur. Harumframt eru fýra árligar umsóknarfreistir: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november.

Av tí at kunngerðin kom í gildi 1. januar 2025, hevur tað ikki verið gjørligt at hildið tær 6 vikurnar, ið umsøkjari í minsta lagi skal hava, áðrenn freistin 1. februar er úti.

Freistin at søkja stuðul til fyrsta stuðulsumfar til film er tískil sett at verða 17. mars 2025.

Umsóknarportalurin hjá Mentanargrunni Landsins letur upp fyri umsóknum til stuðul til film tann 15. februar 2025. Tá kann søkjast við at nýta umsóknarblaðið “Filmur“.

Víst verður til heimasíðuna hjá Mentanargrunni Landsins