Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, valt at raðfesta frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Hetta verður gjørt við at hækka játtanina til frítíðartilboð við í alt 2,9 mió. kr. komandi ár.
Tað hevur leingi verið frammi, at avbjóðingar eru við at at nøkta tørvin á frítíðartilboðum. Landsstýriskvinnan hevur sett sær fyri, at arbeiða fram ímóti, at tørvurin á frítíðartilboð til børn við serligum tørvi verður nøktaður. Økta raðfestingin á fíggjarlógini merkir, at vit eru komin eitt stórt stig rætta vegin.
Talan er um at víðka um frítíðartilboðini á Frúutrøð og á Hoydalsvegnum í Tórshavn, eins og at minka um bíðilistan til frítíðartilboðið á Høgabóli í Eysturoynni. Við øktu játtanini verður núverandi tørvur á frítíðartilboð í Tórshavn nøktaður, og bíðilistin í Eysturoynni minkar. Arbeitt verður víðari við, at børn, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.