Í dag er ein stórur dagur fyri fleiri familjur, nú Frítíðartilboðið á Frúutrøð letur upp.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at finna eina loysn á trupulleikunum við frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek. Við Frítíðartilboðnum á Frúutrøð eru vit komin eitt stórt stig rætta vegin.
Tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi hølir til frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í Tórshavnar kommunu. Tí er tað gleðiligt, at Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til endamálið. Leigumálið er fimm ár.
“Við hesari avtaluni ber til at savna ein stóran part av frítíðartilboðunum í miðstaðarøkinum undir somu lon. Á henda hátt verður lættari at leggja arbeiðið skynsamt til rættis og soleiðis røkka út til fleiri familjur”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Frítíðartilboðið á Frúutrøð er eitt tilboð til børn við serligum tørvi frá 3. flokki. Nú Frúutrøð er tikið í nýtslu, er bíðilistin í Føroyum minkaður úr 34 niður í 16. Fyri børn í Tórshavnar kommunu merkir hetta, at nøkur fá børn enn bíða eftir tilboði. Hesi fáa væntandi tilboð seinni í vár.
Arbeitt verður støðugt við at eisini børnini, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.