22.12.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Fulltrúar til Almanna- og mentamálaráðið

Fulltrúar til Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið søkir eftir tveimum fulltrúum – einum løgfrøðingi og einum fíggjarfulltrúa – at seta skjótast gjørligt.

Almanna- og mentamálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í Almanna- og mentamálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið stjórnarráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur góð samstarvsevni, politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi fert tú at arbeiða sjálvstøðugt. Tú vísir til aðalstjóran og verður ein partur av stjórnarskrivstovuni, sum er ein tvørgangandi eind, sum hjálpir og samstarvar við hinar deildirnar í stjórnarráðnum – t.e. almannadeildin og mentanardeildin.

Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðingunum verða m.a. at veita løgfrøðiliga ráðgeving, at smíða uppskot til lógir og kunngerðir, at viðgera starvsfólkakærur frá undirliggjandi stovnum, at gera hoyringssvar, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur.

Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjarfulltrúanum verða m.a. at gera fíggjarligar greiningar, at samskipa fíggjarlógarviðgerðina, at fáa til vega og greina hagtøl, at hava eftirlit við og veita fíggjarliga ráðgeving til stovnarnar innan økið. Eftir tørvi verða hesar uppgávur loystar saman við tí fíggjarfulltrúanum, sum longu loysir uppgávurnar í dag.

Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størvini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almanna- og mentamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.


Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Almanna- og mentamálaráðið
Eirargarður 2FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á umsokn@ammr.fo

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2024,  kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, tlf. 734049 ella teldupost eydun@ammr.fo


Um Almanna- og mentamálaráðið:

Almanna- og mentamálaráðið umsitur m.a. almannamál, javnstøðumál og mentamál yvirhøvur so sum loftmiðlamál, kirkjumál, søvn og stuðul til list og mentanarlig tiltøk. Stjórnarráðið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.