25.03.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Góðir karmar á Mýrini

Góðir karmar á Mýrini

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, vitjaði í gjár sambýlið og búfelagsskapin á Mýrini. 

Hetta var gott høvi at síggja góðu karmarnar á sambýlinum og at heilsa upp á húsfólk, starvsfólk og leiðslu hjá Almannaverkinum. Landsstýrismaðurin var forvitin at vita, hvussu trivnaðurin er hjá húsfólki og starvsfólki, og hesi lótu øll sera væl at.

Tað er gott hjá mær at síggja bústovnin, práta við hús- og starvsfólk á staðnum og taka tær góðu royndirnar við í arbeiðið frameftir, tá ið vit skulu byggja góð og  varandi heim”, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

Fleiri verkætlanir eru fyri framman, og Sambýlið á Mýrini er góð fyrimynd fyri dygdargóðari bygging og heimligum kørmum, har byggikostnaðurin helt. Tá bygningurin var liðugur, vóru tillagingar gjørdar, sum áttu at verið loftaðar í byggifyrireikingini – hetta hevði ikki stórvegis ávirkan á endaliga kostnaðin, men seinkaði innflytingina nakað. Landsverk hevur tillagað mannagongdir, bæði soleiðis at allir partar eru longri við í fyrireikingararbeiðinum, og at størri greidleiki er um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum eigara, Almanna- og mentamálaráðið, og byggiharra, Landsverk.

Sambýlið á Mýrini er eitt heim, har húsfólk og starvsfólk trívast, og leiðsla, avvarðandi og familja eru væl nøgd við umstøðurnar. Tí var tað upplagt at vitja á Mýrini og at frætta, hvat tað er, sum riggar har.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, var væl nøgdur eftir vitjanina og takkaði fyri blíðskapin.

 

Á myndini: Teitur Jóannesarson, eindarleiðari, Bjørg Arge, leiðari á sambýlinum, Edvard Heen, stjóri, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Hjørdis A. Mortensen, trivnaðarstjóri 

* Sambýlið á Mýrini er bústaðartilboð til vaksin við menningartarni, og hevur til endamáls at veita fólki eitt varandi og gott heim, har sum tey kunnu liva eitt sjálvstøðugt og virki lív. 18 fólk kunnu búgva á Mýrini, 12 á sambýli og 5 í búfelagsskapi. Fyrstu fólkini fluttu inn í  oktober 2022.