Allahalgannadag, 1. novembur, luttók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, á norðurlendskum ráðharranevndarfundi um mentamál í Oslo. Landsstýriskvinnan er limur í ráðharranevndini fyri mentan, sum hittist tvær ferðir árliga. Vanliga verður ársins seinni fundur lagdur upp at Norðurlandaráðsfundinum, so eisini ber til at luttaka á toppfundinum, til príshandanina og aðrar fundir.
Evnini á MR-K-fundinum í ár fevndu breitt um støðuna á mentanarøkinum eftir covid-19, um tøknirisar og ávirkanina á fólkaræðisligu samrøðuna og um felags norðurlendsk mentanarátøk uttan fyri Norðurlond. Harumframt skulu allar ráðharranevndir gera nýggja samstarvsskrá, ”Okkara visjón”, fyri árini 2025-2030, har felags yvirskriftirnar eru “Grøn Norðurlond, kappingarfør Norðurlond og sosialt burðardygg Norðurlond”.
Á mentanarøkinum verður dentur lagdur á, at mentan og miðlar eru grundarlag fyri talufrælsi, vitanardeiling og fólkaræðisligari luttøku. Mentanin formar okkara felags virði og fremur kritiska hugsan, sum er sera týdningarmikið í tíðum við stórum samfelagsbroytingum.
Nógv hevur verið tosað um ”grøna skiftið”, og góðar fortreytir skulu skapast fyri veðurlagsvinaligum loysnum á mentanarøkinum. Landsstýriskvinnan nýtti høvið til at skjóta upp, at øll norðurlandahúsini fingu stuðul til at skifta til varandi orku.
Fyri at styrkja kappingarførið skal stuðlast upp undir størri flytføri og nýskapan umframt felags profilering av norðurlendskum listafólkum. Eitt sterkari mentanarligt og málsligt fjølbroytni í Norðurlondum skal eisini vera við til at skapa størri samanhald, álit og sameining í økinum.