Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst um at hækka inntøkumarkið hjá fólkapensjónistum.
Tað merkir, at komandi ár kunnu fólkapensjónistar hava hægri inntøkur, áðrenn pensjónin byrjar at lækka. Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Við samtyktu lógini verður upphæddin frameftir 61.900 kr., sum er sama upphædd, ið var galdandi áðrenn 2020.
Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan av broytingini, harav tey flestu fara at fáa umleið 3-4.000 kr. meira um árið í fólkapensjón.
Sirið Stenberg vísir á, at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv hjá pensjónistum, og tað eru fleiri, sum síggja markið sum eina forðing í sambandi við teirra arbeiðslív. Samtykta lógin er tí ein góður bati, sum munar hjá nógvum pensjónistum, sigur Sirið Stenberg.