22.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022
1 / 4

Triðja og seinasta virðislønin, sum varð handað í Hátúni í kvøld, var Mentanarvirðisløn landsins, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði Hansinu Iversen, myndlistakvinnu.

Í grundgevingini stóð millum annað:

Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima.

Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. 

Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.


Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr.

Les alla grundgevingina HER

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen