05.10.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Hátíðarhald: Minnisvarðin "Móðurmálið" reinsaður

Hátíðarhald: Minnisvarðin "Móðurmálið" reinsaður

Nú minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb, "Móðurmálið", er reinsaður, verður hátíðarhald við standmyndina í J. C. Svabos gøtu og síðani framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.

Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og reglur úr yrking hansara til Hammershaimb á 90-ára degi hansara, "Fáir finnast frægir her á foldum", eru ristaðar í varðan.

Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða. Tjóðsavnið hevur ráðgivið, og serfrøðingar í konservering og gróthøgging hava staðið fyri arbeiðinum. Í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.

Fyrst á skránni fyri hátíðarjaldið, sum byrjar klokkan 15, er røða, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur. Síðani verður sangur, myndatøka og framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.


Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lesið eisini grein í Skúlablaðnum frá 1948, tá standmyndin upprunaliga varð avdúkað HER