Seinasta fríggjadag, 25. september, varð skipað fyri hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík í sambandi við at at Føroya Húsarhaldsskúli helt sín 50 ára føðingardag. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna var við og bar fram røðu. Niðanfyri ber til at lesa røðuna:
Tey flestu av okkum meta tíðarinnar lívslinju eftir ávísum stórhendingum, sum vit hava .Tað er líkasum tíðin áðrenn og tíðin aftaná. Soleiðis er árið 1986 fyri meg. Tá fóru eg og besta vinkonan Maureen fyri fyrstu ferð heimanífrá og longu leiðina til Klaksvíkar á Húsarhaldsskúla. Vit tosaðu um tað nú ein dagin og vóru samdar um, at tað var størsta kollvelting vit høvdu upplivað tá.
Tað var langt at fara norður. Fyrst norður við Smyrli til Havnar. So av Havnini inn á Toftir við Rituni. Síðan í bili av Toftum til Leirvíkar. Og úr Leirvík við Ternuni til Klaksvíkar. Tríggjar ferjur og fleiri túrar við bili. Tað tók tað mesta av einum degi. Og, ja, nú hoyri eg hvussu árini eru farin avstað við mær, men samferðsluútbyggingarnar síðan tá hava kollvelt samfelagið.
---
Fyri okkum báðar vinkonurnar úr Vági, var tað sum at koma í himmiríki. Okkara Klaksvíksævintýr byrjaði tó fyrr. Eg havi nakað av familju her norðuri og ferðaðist tí ofta her norðuri sum barn.
Tá ið vit blivu hálvvaksnar, vinkonan og eg, vóru vit javnan í Klaksvík hjá Janu systkinabarninum í week-end. Tað var nakað heilt serligt.
Alt var betri her norðuri hildu vit. Meira modernaðir handlar, tey vóru fínari, flottari bilar og nógv og góð orkestur. Vit føldu okkum sum slopnar úr bondum og nutu lívið. Tí fóru vit eisini á Klaksvíkar sjúkrahús í starvsvenjing, tá ið vit gingu í framhaldsdeildini. Vit sluppu at royna alt møguligt á sjúkrahúsinum, gingu í hvítum kitlum, og kendu okkum sum verðinsdamur. Tá byrjaðu vit at tosa um, hvussu vit kundu gera fyri at sleppa norður aftur í longri tíð aftaná at skúlin fór at vera liðugur í 1985.
Eg var nokk so brá av lyndi. Eg gjørdi korta process og meldaði okkum til Húsarhaldsskúlan og segði síðan við vinkonuna, at nú fara vit báðar á Húsarhaldsskúla í januar 1986. Alt er klárt, vit eru meldaðar til. Nå, segði hon, ok. Og so bleiv.
Tað skuldi vísa seg at blíva ein fantastisk avgerð. Ein minnisrík ferð, sum gav okkum vinaløg, minnir og lívsførleikar.
---
Á húsarhaldsskúlanum lærdu vit alt, sum skuldi til fyri at at standa á egnum beinum. Sjálv havi eg altíð dáma so væl at fáast við mat, og tað lærdu vit nógv um. Vit lærdu at gera mat, um føðsluevni, um heilsugóðan mat, um kilojoule, sum eg enn minnist uttanat. At hagreiða føroyskan mat og alt sum hartil hoyrir. Vit lærdu at binda, seyma, brodera, orkis, hardangerbrodering, gera hosubond og tólvtráðabond. Vit lærdu um reingerð, At vinda tvøguna rætt, at vaska klæði og um týdningin av reinføri. Vit lærdu fyrstu hjálp. Vit lærdu um at fáa peningin at strekka til í húsarhaldinum, og um hvussu vit eru sum menniskju. Og vit lærdu at búgva saman við øðrum ungum og at flyta heimanífrá.
Hetta er besti lívsins skúli og týdningarmestu lívsførleikarnir eg havi fingið á lívsleiðini. Vit búnaðust og blivu vaksnar. Lærdu, at onnur eru til, og at liva og virka saman í felagsskapi.
---
Onkuntíð havi eg hoyrt onkran siga, at tey halda at húsarhaldsskúlakonsepti er ein farin tíð. Eg eri púra ósamd. Heldur øvugt er tað ein lykil inn í framtíðina. Hyggja vit eftir hvat framtíðin krevur av okkum, so er tað, at vit duga at fara um tilfeingi. At vit liva burðardygt, stuttflutt og í samljóði við náttúruna og menniskju. Alt hetta er grundarlag undir Húsarhaldsskúlanum.
Samstundis hava vit tørv á háskúlum at búna okkara ungu til lívið. Til skúlar, sum ikki allatíðina próvdøma, men, sum arbeiða við trivnaði, felagsskapi og miðvísari lívsmeistran. Og hvat menniskja hevur ikki tørv á vitan og førleikum um at halda hús og at lívbjarga sær? Onki!
Øll skulu vit liva, eta, vera rein og duga nøkur grundleggjandi handalig ting. Tað brynjar okkum til at liva burðardyggari samstundis, sum vit læra og menna sosialu førleikarnar, tá ið vit bæði búgva saman og eru í skúla saman við øðrum.
Tí eigur Húsarhaldsskúlin eisini at vera eitt tilboð, sum eisini talar til dreingir. Heimurin er broyttur og tíðin er broytt. Siðbundna kynsmynstri hevur gott av at flyta seg, og bæði gentur og dreingir hava tørv á teimum førleikum, sum Húsarhaldsskúlin gevur.
---
Vit vóru 7 á okkara holdi í 1986. Tá var tað tað minsta holdið, sum hevði verið. Tað bleiv okkara fyrimunur. Eitt lítið hold á einum lítlum skúla, men ein stórur heimur fyri okkum gentur. Vit blivu so tættar og høvdu tað so gott saman. Sum ein familja. Eg og Maureen úr Vági. Elin, Annika og Karin Sondy úr Klaksvík, Meiken úr Vágunum og Gurli sála úr Streymnesi.
Vit høvdu tað heilt einastandandi saman. 3 í einum kamari og 4 í einum.
Vit komu skjótt at kenna ungu dreingirnar í Klaksvík. Báði teir lokalu og teir, sum gingu í skúla her norðuri. Um kvøldarnar komu teir á ofta á vitjan á skúlanum og vit hugnaðu okkum óført. Vit gjørdu okkum eisini túrar til gongu í vónini um, at teir komu forbí í bili og bjóðaðu okkum biltúr. Og tað hendi meira enn so. Eitt kvøld minnist eg Maureen og eg vóru farnar til gongu. Í nýggjum svørtum leðurstivlum upp undir knæ og síðum cowboy frakkum. Vit tordu so illa at ganga forbí Posthúsið, tí har stóðu allir bilarnir klárir at hyggja hvør gekk framvið. Vit fara bara afturum segði Maureen. Nei, segði eg og setti ferð á gekk beint forbí, men eg hevði ikki varnast, at tað var so hált á vegnum. Eg gleið og datt undir beinini á Maureen og báðar lógu so endalangar beint frammanfyri øllum bilunum, sum tá høvdu tendrað full ljós beint á okkum. Og sum vit skammaðust tá. Puha. Seinni fann eg útav, at vit vóru farnar gjøgnum tiltiknu røntguna, sum tað bleiv rópt tá.
Elin var okkara stavnhald í Klaksvík. Hon hevði eisini bil og koyrikort. Vit koyrdu javnan biltúr í stóra Volvobilinum hjá teimum. Kasettubondini við Kikki rungaðu og lítli fuglur hjá Annfinn og co og Frændursangirnar blivu dúgliga spældir. Annika var longu tá forlova við Halli, sum longu tá spældi í orkestri, og seinni bleiv countrystjørnini, og vit hildu veruliga, at vit vóru millum tey berømtu.
---
Lærararnir vóru fantastiskir. Bodil var leiðari tá og Jonhild lærari. Tær lærdu okkum alt um matgerð. So fittar, fevnandi og dugnaligar. Stutt aftaná bleiv Jonhild víðakend fyri bókina Góðaráð. Vit royndu allar tær uppskriftirnar. Eg minnist eisini aðrar lærarar, Paulinu, sum vit vitjaðu í Syðradali, Juttu, sum vit gjørdu hondarbeiði hjá, Bøgesvang og Sámal, sum lærdu okkum um lívið, Erik maður Bodil, sum lærdi okkum fyrstu hjálp, Elsa Maria í seyming og onnur, sum øll vóru við at gera okkum tað so gott. Øll hava líka stóran týdning, tí øll eru vit at gera sítt til, at heildarupplivingin verður so góð.
Og so náttarvaktirnar. Tær vóru nakað serligt. Elisabeth, Nancy og Davina. Tær vóru so fittar við okkum. Eg haldi tær vistu, at vit sníktu okkum út gjøgnum vindeyguni okkurt kvøldið, men tær lótu sum luft.
---
Vit báðar vágsgentur blivu fult integreraðar í Klaksvíkina. Vit fingu eina rúgvu av vinum, og eg hevði eisini fleiri, sum eg var familju við, sum vitjaðu og koyrdu biltúr við okkum. Tað hendi seg meira enn so, at teir komu suður við, tá ið vit fóru í week-end. Koyrdu okkum allan vegin úr Klaksvík. Fleiri ferðir búðu teir hjá ommuni, sum var ættað úr Klaksvík. Har gekk tað eisini fyri seg. Einaferð haldi eg, at eitt orkestur var við og bæði búði og vandi hjá ommuni. Maureen var eisini so mikið integrerað í Klaksvík, at hon róði kapp við einum av kappróðrarbátunum her norðuri. Tí var hon kedd, tá ið skeiðið endaði, at vit máttu suður aftur og hon mátti steðgað. Meini tær vunnu fleiri føroyameistaraheiti tey árini.
Fleiri av gentunum vit gingu á holdi saman við komu gjøgnum fleiri ár ofta suður at vitja. Tað bleiv eitt lívlangt vinalag, hóast tað nú ikki er sama regluliga kontakt, so er felagsøgan so sterk, at tá vit møtast, so er alt við tað gamla. Sum um tíðin hevur staðið í stað.
---
Felagslív og felagskenslan í einum samfelag hevur alt at siga. Vit síggja aloftast størstu frambrotini, har felagslívið er sterkt og felagsskapirnir sterkir. Søgan um Húsarhaldsskúlan er ikki runnin upp úr turrum, men sprettur úr Felagnum Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum varð stovnað í 1951. Seinni Norðoyar Kvinnufelag.
Endamálið hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag var at fáa ein húsarhaldsskúla í Klaksvík, so at kvinnur eisini kundu fáa útbúgving.
Fyrstu tíðina fyrireikaðu tær bæði húsarhaldsskeið og undirvísing í seyming og veving úti í Grøv, og okkurt av tí, sum varð evnað varð síðani selt til frama fyri felagið. Tær savnaðu eisini pening inn til Tekniska skúlan, sum tá var í gerð.
Fyrstu tíðina skipaðu tær eisini fyri húsarhaldsskeiðum og kvøldskúlaskeiðum, men veruliga málið var allatíðina at fáa ein Húsarhaldsskúla. Tær stríddust við at útvega hølir og søktu um hetta og um at fáa grundstykki. Illa gekk at byrja við.
Men Felagið helt á og gjørdi eisini annað sjálvboðið arbeiði, og savnaðu pening inn til ymisk vælgerandi endamál. Tær byrjaðu eisini tíðliga at tosa um tørvin á ellisheimi og fóru undir at savna pening inn til hetta eisini. Tær vóru virknar fyri at fáa heimasjúkrasystraskipan, barnagarð, spælipláss, tannlækna og annað.
Klaksvíkar Húsmøðrafelag hevur havt stórt sosial engagement og verið slóðbrótandi. Aðalmálið, Húsarhaldsskúlin kom nærri veruleikanum í 1976, tá ið felagið keypti hús til endamálið. Tær áttu nakað av peningi á bók, men máttu eisini taka lán, og tað var ikki bara sum at siga tað. Restina kenna vit, og í dag fagna vit 50 ára dagin hjá Húsarhaldsskúlanum. Og um stutta tíð verður enn ein varði settur, tá ið nýggi Húsarhaldsskúlin verður liðugur.
---
Í dag fagna vit 50 ára degnum. Og í dag fagna og takka vit eisini teimum, sum gingu undan í Klaksvíkar Húsmøðrafelag. Vit senda tykkum av hjarta mangar takkarkvøðu fyri dirvið og áræði at bróta upp úr nýggjum. Í dag síggja vit úrslitið.
Tað eru sum oftast tey fyrstu fetini, sum eru tyngst. Vit kenna tað frá barninum. At koma upp á beinini tekur tíð. Man dettur og leitar eftir javnvág at byrja við, men tá ið man er komin upp á beinini og fer til gongu, so steðgar man ikki aftur. Soleiðis er søgan um Húsarhaldsskúlan. Tí stendur dagurin í dag bæði teimum, sum nú virka á Húsarhaldsskúlanum og teimum farnu til heiðurs og æru. Tað er felagsskapurin, sum hevur skapt henda skúlan til felagsskap. Og skúlin er í sera góðum og kompetentum hondum og hevur stóra virðing millum fólk og stór framtíðarútlit.
---
Góðu tit øll, sum á ymiskan hátt eiga ein leiklut í og vara av Húsarhaldsskúlanum. Hjartaliga hjartaliga til lukku við degnum og bestu kvøður um blíðan byr og Harrans signing yvir virksemi tykkara. Og av hjarta takk fyri, at eg í síni tíð slapp at ganga her og fáa lívsførning við á lívsleiðina.
Takk fyri!