Á tiltakinum í dag 11. september 2023 kl. 11.00 til 14.00 í Norðurlandahúsinum, í sambandi við at heimansett fáa umbering, verða bæði teknmálstulkur og skrivitulkur við.
Tey, ið vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, sum vóru fyri sviki og ágangi, fáa umbering frá donsku stjórnini
Í sambandi við at almanna- og bústaðamálaráðfrúan, Pernille Rosenkrantz-Theil, 11. september 2023 fer at geva eina umbering til tey, sum vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini, sum vóru fyri sviki og ágangi, skipar Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javna, Megd o.ø., fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, samstundis sum tiltakið er í Danmark.
Tiltakið er fyri tey, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar, teirra avvarðandi og onnur áhugað.
Ein søgulig frágreiðing um donsku ser- og andveikraforsorgina fyri tíðarskeiðið 1933-1980 hevur varpað ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu. Børn, ung og vaksin hava verið fyri sviki og ágangi, meðan tey hava verið undir varðveitslu hjá statinum.
Hóast føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark, ikki eru tikin við í frágreiðingini, vita vit, at føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark aftrat øllum hinum, sum frágreiðingin lýsir, hava verið í eini verri støðu, tí tey vórðu send burtur frá sínum kenda umhvørvi, til eitt annað land, við eini aðrari mentan og við einum øðrum máli, sum tey ikki skiltu – langt burturi frá sínum kæru.
Talan var um danskt málsøki, sum síðani er yvirtikið. Í 1973 varð byrjað at taka fólk heimaftur til Føroya. Vit vita, at av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1929-1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark.
11. september 2023 kl. 11.00 til 14.00 í Norðurlandahúsinum
Skipað verður fyri einum tiltaki í Føroyum, soleiðis at tey, sum vórðu send á stovn í Danmark, og eru komin heimaftur, kunnu vera saman og fylgja við í stroymingini, tá danska almanna- og bústaðamálaráðfrúan, Pernille Rosenkrantz-Theil, vegna donsku stjórnina, fer at geva eina umbering til tey, sum vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini, sum vóru fyri sviki og ágangi.
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fer at bera fram røðu, eins og annað verður fyriskipað. Eisini verður middegismáli og okkurt gott aftur við kaffinum.
Tilmelding
Tey, ið vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroya, avvarðandi og onnur áhugað, kunnu melda til tiltakið hjá Almanna- og mentamálaráðnum, ammr@ammr.fo, áðrenn 6. september. Við tilmelding verður biðið um at nevna um serlig fyrilit skulu takast, eitt nú í mun til koyristól ella um tørvur er á teknmálstulki. Tiltakið er ókeypis.
Tiltakið í Horsens 11. september 2023 og tilmelding
Tiltakið, ið verður í Horsens 11. september 2023 kl. 13.00 til 15.00 danska tíð, verður í Comwell Bygholm Park, og verður tað stroymt á heimasíðuni hjá danska Socialministeriet.
Fólk, ið hava verið heimansett í ser- og andveikraforsorgini, kunnu taka lut saman við einum fylgjara. Neyðugt er at melda til camk@sm.dk og adh@sm.dk ella við brævi til Social-, Bolig- og Ældreministeriet, Holmens Kanal 22, 1060 København K, att. Ministersekretariatet. Freistin at melda seg til tiltakið í Horsens er 8. august 2023.
Sí nærri um tiltakið her: https://sm.dk/.../tidligere-anbragte-i-saer-og...
Les donsku frágreiðingina: “Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980” her: Leinkja til donsku frágreiðingina: HER