Felagið HOYR var í gjár á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.
Á fundinum legði HOYR fram úrslitið av eini royndarverkætlan fyri fólk við Tinnitus, ið HOYR hevur gjørt saman við Náttúruterapi. Eisini greiddi HOYR frá um tær avbjóðingar, ið fólk við niðursettari hoyrn hava, og hvat kann gerast fyri at bøta um hesar.
Fríggjadagin skipar HOYR fyri norðurlendskari ráðstevnu, har høvuðsevnið verður mannarættindi. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er boðin at bera fram røðu.
HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn. Felagið arbeiðir fyri, at umstøðurnar hjá fólki við niðursetta hoyrn skulu vera so góðar sum gjørligt, og varpar ljós á tær avbjóðingar, ið fólk hava, til tess at bøta um tær.
Á myndini: Carita Bjørk Lund, skrivari í HOYR, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, og Ása Olsen, forkvinna í HOYR.