Samgongan ætlar at hækka rakstrarstuðulin til Ítróttasamband Føroya við 1,5 mió. kr. á fíggjarlógini fyri 2024.
ÍSF hevur gjørt eina langtíðarætlan fyri at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll alt lívið. Økta rakstarjáttanin til ÍSF skal vera við til at stuðla upp undir langtíðarætlanina, sum m.a. fevnir um, at øll skulu kunna vera við, at fjálga um sjálvboðin, at skapa ítróttagleði og at styrkja úrvalsumhvørvini.
Arbeitt verður eisini við eini lóg, ið gevur landinum heimild til at stuðla bygging av stórhøll í Hoyvík, nevnd Føroya Arena. Ætlanin er, at landsins partur av fíggingini verður 30 mió. kr.