Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, var millum gestirnar til 50-árahaldið hjá Javna, sum varð hildið í Dansifrøi leygarkvøldið.
Heilt væl av fólki var komið saman og nógv spennandi var á skránni.
Landsstýriskvinnu helst røðu og gav felagnum eitt listarverk sum gávu, nú tey hátíðarhilda gullárið.
Hon segði millum annað:
Les alla røðuna her:
Røða hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu, til 50 ára hald hjá Javna 2. oktober 2021 í Dansifrøði frá kl 17 til kl 23
Í kvøld eru vit ordiliga sloppin í veitslu. Tað er deiligt. Ikki minst eftir at korona nú endiliga er við at sleppa takinum. Vit trongja veruliga til at sleppa at hugna okkum og vera saman. Og akkurát hesa veitsluna, hava vit veruliga glett okkum til. Føðingardagsveitslan hjá Javna!
Ársdagurin var í vár, 14. mai og alt hetta árið, er jú tykkara gullár. Hetta eigur og má sjálvandi hátíðarhaldast. Og at sleppa at verða partur av akkurát tykkara selskapi í kvøld, tað eru eg so sera glað fyri.
Hyggja vit okkum um, so er eisini sera nógv at fegnast um, nú vit skriva 2021.
Tá Javni varð sett á stovn í 1971, var støðan ein heilt onnur. Sum samfelag vóru vit ikki ment til at rúma øllum føroyingum. Ein syrgilig søga. Ongin okkara er stoltur av henni. Vit kunnu ikki gera hana um, men vit kunnu altíð læra av søguni.
Tíbetur funnust føroyingar, sum skiltu tørvin og høvdu dirvi at fara til verka. Tey vístu, at vit vóru ment at flyta mørk. Og tey vóru og eru treisk. So treisk at tey, enn tann dag í dag, eru grundarlagið undir eini varandi menning fyri økið “menningartarnaða”.
Og tað eru tykkum vit í dag hátíðarhalda, felagið JAVNI
Fyri meg, sum landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum, eru tit ein týðandi partur av mínum málsøki.
Almannaverkið varar av økinum í praksis og gera tey dagliga eitt gott og munadygt arbeiðið, fyri at skapa karmar og innihald. Saman við tykkum er málið, at gera hvønn dag virðismiklan og gevandi.
Og alt hetta samstarvið sprettur úr tí megnar arbeiði, sum tit eldsálir í Javna hava staðið fyri hesa hálvu øldina. Og her sleppa øll til orðanna, eisini tit í “Spyr meg”, ein undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.
Í dagsins samfelagi hava tit, líka so væl sum onnur, møguleikan at mennast og virka á dagstovnum, á skúlum og í serflokkum og víðari í serflokki á miðnámi. Vit hava fingið bæði frítíðar- og bútilboð til børn og ung við menningartarni. Og á arbeiðsmarknaðinum eru eisini tit við til at loysa uppgávuna og menna samfelagið.
Eg fegnist um at fylgja tykkum í frítíðartilboðum, har tit vísa fram tykkara kynstur.
Innan tónleikaøkið hevur tað verið ein serlig uppliving at hoyra tykkum framføra. Tykkara eldhugi og gleði er so sera lívsjáttandi og altíð ein so góður førningur at fáa heim við sær. Tit eru heppin, at tit hava so góð fólk at venja tykkum og standa á odda.
Eisini innan ítróttarøkið sæst áhaldandi menning. Frá ÍSB, Parasport Føroyar til okkara egnu Eydnudeild, sum nú sæst blóma her í Føroyum. Eitt gevandi frítíðartilboð, bygt upp av eldsálum, og sum veruliga flyta mørk.
Í ár hava vit eisini verið vitni til, at bókaframløga varð skipað við yrkingarsavni frá kendari damu. Vónandi fara vit at síggja nógv meira frá tykkum á hesum øki.
Til tykkum í øll Javna, hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum!
Góða veitslu víðari til tykkum øll og Gud ríku signing og enn einaferð hjartaliga til lukku við gullinum.
Takk fyri