02.08.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Javnstøðunevndin nýggja forkvinnu

Javnstøðunevndin nýggja forkvinnu

Í samband við at Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, hevur hon boðað frá, at hon fer frá í úrtíð og sigur sessin sum forkvinna í Javnstøðunevndini frá sær. 
 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan, hevur gjørt av at velja Hallu Nolsøe Poulsen til nýggja forkvinnu í Javnstøðunevndini.

Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í NORA, og hevur arbeitt í landsfyristing og norðurlendskum samstarvi í nógv ár, eitt nú í uttanríkistænastuni og sum sendikvinna Føroya í Íslandi. Halla varð útbúgvin stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2004. Nýggja forkvinnan situr valskeiðið út. 
 
Eftir § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, verður Javnstøðunevndin vald beint eftir løgtingsval fyri valskeiðið, ið Løgtingið situr. Javnstøðunevndin hevur 5 limir, sum eftir tilmæli frá niðanfyri nevndu feløgum og stovnum verða tilnevndir av landsstýrinum: 
1.    1 umboðandi løntakarar, 
2.    1 umboðandi arbeiðsgevarar, 
3.    1 umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya,
4.    1 umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverkið 
5.    1 umboðandi Føroya landsstýri.
 
Umboð landsstýrisins er forfólk. Tiltaksumboð verða vald á sama hátt sum umboð. Av tí at forkvinnan er farin frá í úrtíð, er nýtt forfólk sett frá 1.august 2024. Neyðugt er ikki at seta alla nevndina av nýggjum, men sita umboð og varaumboð valskeiðið út.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, takkar Bjørk fyri arbeiðið, hon hevur gjørt í Javnstøðunevndini og ynskir Hallu blíðan byr við framhaldandi arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini.