01.03.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Jóhanna Petersen fyllir 100 ár

Jóhanna Petersen fyllir 100 ár
1 / 5

Í dag varð boðið til hátíðarhald Ítróttarhúsinum á Svangaskarði á Toftum, hetta í sambandi við at Jóhanna Petersen fyllir 100 ár. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna,  luttók og bar hon fram røðu fyri Jóhonnu. Røðan kann lesast niðanfyri:

Góða Jóhanna

So varð aftur boðað í 100 ára føðingardag og væl er gjørt burturúr at heiðra tygum Jóhonnu her á Svangaskarði í dag. Sjálvandi er tað tað, tí hetta er í allar mátar ein heilt sermerktur dagur fyri tygum.

Fyri meg sum landsstýriskvinnu er tað ein sera stórur heiður og eg gleðist um heiðurin at verða við til føðingardagin her á Toftum, og at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Hjartans tøkk fyri tað og av fullum og heilum hjarta hjartaliga til lukku við degnum

Í grannalondunum hava tey granska í, hvat tað man vera, sum viðvirkar til, at fólk náa teimum 100 árunum. Eitt er kyn, tí at har hava vit kvinnur ein stóran fram í hjá rætt fram um menninar. Eitt annað eru forfedrar okkara, og um tey hava nátt ein høgan aldur. Eisini hvar úr landinum fólk eru slektaði  og so hvar tú búsettist og eldist.

Avgerandi fyri, at fólk gerast alsamt eldri er sjálvandi, at vit í dag sigast at liva sunnari og hava góðar umstøður, bæði til læknahjálp og vælferð. Tó vísir seg í granskingini ein serligur áhugi fyri landafrøðiligu staðsetingini hjá hesum fólki og hvussu livi umstøðurnar annars hava lagað seg og verið hjá hvørjum einstøkum.

Og eg má sanna, at hesi tvey árini sum landsstýriskvinna hava givið mær nakrar ábendingar um hetta. Flestu tykkara sum eru hjástødd vita tað jú longu, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at 100 ára dagur verður hildin í Eysturoynni og so slett ikki her í økinum, Runavík, Nes og Toftir.

Tað hevði verið bæði spennandi og áhugavert at fingið kanna nærri, hvussu samlaða myndin vísir seg her í okkara lítla samfelagi. Fyri mær sær tað út til, at tit sum blíva 100 ár hava nakað í felag.

Tygum Jóhanna eru fødd og uppvaksin á Strondum. Foreldur tygara vóru Jógvan Johansen av  Strondum og Ragnhild Malena av Tvøroyri. Afturat tygum vóru systkini Johan, Anna, Andrea, Ragnhild og so lítlasystirin Julianna, sum tygum enn hava. Beiggin, sum var elstur, doyði longu 2 ára gamal av sjúku. 

Lagnan leggur leiðina so ymiskt. Tit mistu mammu tykkara tíðliga, og vóru tygum Jóhanna bert 5 ára gomul, tá hon varð tikin frá tykkum til barsilsdeyða. Hetta var tíverri ikki óvanligt tá í tíðini, men nakað sum flest allar familjur so ella so upplivdu. Mangar kvinnur lótu lív fyri at geva lív og ikki fyrr enn nú kanska, er evnið veruliga tikið fram í ljósið við bókum, minnisvarða og opinleika. Sorgirnar, sum mangar familjur hava livað við, hava so ella so verið bornar gjøgnum ættarlið, tí tað var ikki altíð tað bleiv tosað um hetta. Lívskorini og gerandisdagurin vóru hørð. Familjur royndu at hjálpa hvør øðrum sum best – og nógvar familjur blivu spjaddar kring oyggjarnar. Lívskorini vóru hørð og álitið var at leggja alt i Harrans hendur.

Tá í tíðini varð ikki nógv tosað um deyða, og beint eftir jarðarferðina fór tygum Johanna, saman við abbanum, til Suðuroyar og búðu har saman við honum, ommuni, mostrum og mammubeiggja, hetta inntil skúlaaldur.

Ein góðan sunnumorgun kom skipið, sum pápi tygara fiskaði við, inn á Tvøroyri, og tygum sloppið tá, sum 6 ára gomul aftur í heimið á Strondum og í skúlan har.

 

Eftir trý ár gekk leiðin víðari til Húsar at búgva hjá ommubeiggjanum. Umframt skúlagongd, luttóku tygum har í tí dagliga arbeiðinum. Árini á Húsum blivu til tey seks og sum 16 ára somul fluttu tygum Jóhanna, nú sum vaksin genta, so aftur út á Strendur at búgva.

Sum aðrar gentur tá í tíðini, so fór eisini tygum undir arbeiðslívið og vórðu húshjálp, bæði hjá Ketty á Strondum, Elin og Petur Hammer, Emmu og Nikkel á Høgabóli, Jóhannu og Símun á Høgabóli og hjá Wilhelm Nielsen í Havn.

Tað var aftaná ein dansitúr á Strondum at tygum hitti vakra unga mannin,  Jóhannes Ingvard Petersen. Hann fylgdi tygum tá inn á Høgaból. Tá í tíðini var ikki líka høgligt at ferðast, sum nú á døgum, nei farast mátti við báti. Hesin ungu maður bleiv komandi maður tygara og tit bæði vórðu hjúnavígd tann 7. mai í 1950, og vórðu inngift í heimið hjá manninum á Saltnesi. Har hevur verið gott at búgva, tí enn eftir 75 ár búgva tygum í sama staði.

Saman fingu tit børnini Ragnhild, Jóhannes, sum tit mistu í 2017, Jógvan og Ingolf. Og tygum eru nú ríkaði við heili 12 ommubørnum, 19 langommubørn og 4 oldurommubørn.

Afturat lærdóminum við at vera í húsplássi, lærdu tygum at seyma hjá Hennetheu. Og so arbeiddu tygum á fiskavirkinum Nyki øll árini frá 1974 til í kreppuni lat aftur.

Væl hevur ligið fyri við tí handaliga, bæði at at seyma, broderað og binda. Og hóast eyguni eru farin at bila, so binda tygum enn, og nógv er millum ár og dag bundið, uppá bæði børn, ommubørn, langommubørn og oldurommubørn.

Eina serliga vøggugávu hava tygum fingið, og tað er tygara lætta lyndi og at vera so væl nøgd. Tygum eru kend sum pliktuppfyllandi og tað sum tygum seta tygum fyri Jóhanna, tað verður gjøgnumført. Um tað so krevur hjálp frá øðrum.

Minnið er enn sera gott og tygum eru óført at fylgir væl við øllum samfelagsviðurskiftum. Føðingardagarnir standa enn frammarlaga, og hetta munnu tygum vera stolt av Jóhanna.

Jú, víst hava tygum havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Samstundis hava tygum verið vitni til sera stóra samfelagsliga menning og broyting, bæði tá talan er um at møguleikarnar at ferðast millum oyggjarnar, at fáa streym í hvørt heraðshorn í Føroyum og at kunnu skaffa sær alla vøru í handlunum ella bara bíleggja hana heim til hús, Og so ikki minst at kunna tosa saman við øll, bæði úti og heima. 

Alt hetta hava eisini tygara ættarlið verið við til at leggja lunnar undir. Og eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint við at byggja tjóð. Í øllum hesum arbeiði, er stórur og ríkur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið nú kann heysta av. Sama er at siga um tygara lagnu og lívssøgu. Hóast lívsleiðin eisini hevur verið hørð, hava tygum ikki mist móti og lívsneistan.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld og Guds ríku signing við einum sálmaørindi hjá Mikkjali á Ryggi.

Tey sum Guðs vilja gera
og elska fólk og land
Tey signing við sær bera,
sum sløkkir haskan brand
Tey lýsa gjøgnum strevið
tey bjarga lond úr neyð
Tey sigra víst, Guð gevi
vit teljast millum tey.


Enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum og Harrans signing í komandi døgum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almenna- og mentamálum