Í gjár var almenn framløga av stórari kanning um javnstøðu, sum Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur biðið Fróðskaparsetrið um at gera.
Sera nógv fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll at lurta eftir framløgu og orðaskifti um hugburðin til javnstøðumál í Føroyum. Tað vóru teir tríggir granskararnir, Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, sum løgdu fram.
Frágreiðingin samsvarar í stóran mun við ta vitan, sum vit hava úr øðrum londum, men nú hava vit føroysk tøl og vitan um hetta. Tað er ikki bara gott, tað er eisini neyðugt, tá vit skulu arbeiða við javnstøðupolitiskum ætlanum og gera raðfestingar, vísti landsstýriskvinnan á.
Eftir framløguna var orðaskifti millum tey fimm; Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, Bjørk Mariu Kunoy, forkvinnu í Javnstøðunevndini, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, Eriku Anne Hayfield, granskara og Martin Tvede Zachariasen, rektara á Fróðskaparsetri Føroya. Úr hvør sínum sjónarhorni lýstu tey hvørjar raðfestingar tey meta eru alneyðugar og hvørjar avbjóðingarnar eru í javnstøðuhøpi.
Fyri tey, sum arbeiða við javnstøðu, er tað ein avbjóðing, at vit vita ov lítið. Tað er ikki nokk at gita ella at halda, at vit nokk eru sum onnur lond. Vit víkja frá við okkara serstaka samfelag, og tað hevur týdning, at vit vita, hvar vit standa, tá vit fara at gera javnstøðupolitiskar ætlanir ella dagføra lóggávuna. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit hava føroyska gransking, sum hesa, tí gleðist landsstýriskvinnan um samstarvið við Setrið, og vónar, at hetta økið verður nakað, vit koma at samstarva meira um.
Javnstøðumál eru ein áhaldandi fólkaræðislig samrøða, sum vit eiga at hava og hjúkla um í okkara samfelag. Kanska ongantíð meira enn beint nú, vísti Sirið Stenberg at enda á.
Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her
Frágreiðingin kann takast niður her