12.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Kvøða frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu til Jóanes Nielsen á 70 ára degnum

Kvøða frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu til Jóanes Nielsen á 70 ára degnum

Góði Jóanes- mæta skald

Av heilum hjarta beri eg tær, og øllum tínum, eina heilsu nú tú ert sjeyti. Hjartaliga tillukku við stóra degnum. Eg beri tær samstundis eina hjartans tøkk fyri alt tað tú hevur lagt eftir teg. Tað er ikki hissini skaldskapur, sum tú hevur givið okkum øllum hesi 45 árini tú hevur virkað á mentanarpallinum. Har eru; yrkingar, bøkur, sjónleikir, greinar og søgur. Upp í leypar av øllum og við innihaldi, sum rørir, øsir, provokerar, revsar og elskar. Tað er altíð áhugavert at síggja heimin, bæði stóra alheimin, okkara egna heim og smáu heimini gjøgnum tíni eygu, og gjøgnum tín penn. Tann spíska pennin við rámandi orðunum. Tey kunnu vera sum byrsuskot, men eisini sum mjúkar barnahendur. Tú megnar bæði. Tú hevur orðið í tíni makt. Tí ert tú so nógv lisin. Tað er hjartablóð tú serverar. Ella títt evangelium freistast man at siga.

Tað er kanska ein undarlig samanbering, og tó, men eisini í halgubók er ein Jóhannes, og honum er eitt heilt evangeliið eftir. Hóast nøvnini stavast ymiskt hava tey sama uppruna. Tað, sum er áhugavert er, at Evangeliið eftir Jóhannes byrjar við “Í fyrstuni var orðið.....allir lutir eru vorðnir til við tí og uttan tað var onki til.....í tí var lív og lívið var ljós..... ljósið skínur í myrkrinum, og myrkri tók ikki við tí.

Hetta sæst aftur í tíni skriving. Ljósið vinnur altíð á myrkrinum, og hóast tað tykist vónleyst og botnleyst erligt, so fær vónloysi ikki fastatøkur. Bara veruleikin.

Tað er kanska heldur ikki av leið at draga halgubók inn. Nógv av tínum skaldskapi melur um lív og deyða, hvat hevði Jesus sagt, um himmal og helviti og um lívsins stóru eksistensiellu spurningar ílatnir orð, sum fólk skilja, men kanska ikki tora at siga. Tað nýtist ikki altíð at vera háfloygt og intellektuelt fyri at vera góður og rámandi skaldskapur. Kanska heldur hinvegin, at tað vísa liggur í tí einfalda.

Tað er hetta við orðinum og Jóanesi. Fáur, um nakar, kann sum tú siga tingini, sum tey eru og við so væl valdum orðum. Orðaspælið og orðamyndirnar, sum koma frá tær eru list á hægsta støði. Mítt einfalda vit og skil røkkur hvørki til at ummæla ella greina skaldskapin hjá tær, men til at uppliva tað tú skrivar. Serliga væl dámar mær leitanina og lovanina av tí ófullkomna, lýsingar av gerandisdegnum og vanliga menniskjanum, sum eftirhondini næstan ikki er til. Prikið til samvitskuna, sum ikki verður skotið við spjaðandi høglum, men rakar plett- so beint í sálina. Man fær altíð nakað at hugsa um.

------

Sjálvur sigur Jóanes, at hann byrjaði at skriva síðst í 60-unum og, at honum gjørdist greitt, at hann var skald á jólum í 72. Hann greiðir frá, at pápi hansara var rættuliga sjúkur tá, og at hann las ein tekst fyri honum, sum hann hevði skrivað og kallaði “Dagarnir kring mín faðirs deyð”. Orðini raktu pápan so meint at hann græt. Tá sá hann hvørja makt orðini hava og at hann var skald. Tær 3 maskinskrivaðar síðurnar kundu bróta eitt hjarta!

Um næsta dópin sum yrkjari fortelur Jóanes, at hann gekk hús úr húsi og seldi eitt yrkingarsavn, og at ein gomul kona, sum var um tey hundrað keypti yrkingasavnið frá honum fyri 20 krónur, og helt fyri, at tað var stórt at vera diktari. Tað var hjartanemandi skrivar hann.

-----

Tað var í 1982, at eg fyrstu fer hoyrdi eina yrking hjá Jóanes Nielsen. Tá visti eg ikki hvør hann var. Ein vinkona mín, Alis, sum var systkinabarn Binu og Palla var so errin, tí hon hevði fingið eina lp-plátu, sum Bina og Palli, saman við øðrum góðum fólkum,  sungu við á. Tað var Gluggamynd við Glataðu spælimonnunum. Ein perla av eini plátu. Jóanes átti fleiri tekstir, Palli flestu løgini og Bina sang. Vit, vinkonurnar allar lurtaðu upp í saman. Tað var púra óvanligt at hoyra føroyskar sangir á plátu tá. Og tað var enn meira óvanligt at hoyra tekstir úr gerandisdegnum. Um fólk, sum arbeiddu á skipasmiðju og flakavirki, um gentuna í vøggustovuni, tey á snikkaravirkinum, um børnini og ikki minst inniliga lýsingin av nýfødda barninum. Hetta var alt nakað vit kendu aftur og kundu relatera til. Sangir um gerandislívið, beint úr okkara lívsverð, og um lívsins stóra undir, sum fer eftir fer vil sigra.

Enn í dag haldi eg, at hesar er millum tær allarbestu yrkingarnar. Sannir klassikarar.

Og tað eru yrkingarnar hjá tær Jóanes, sum fyri meg standa sterkast. Eg verið altíð kløkk tá ið eg lesi tær. So skjótt sum okkurt er droymandi og inniligt, so verður man við einum orði tikin aftur í beiska veruleikan. Man sleppur ikki at droyma seg burtur ov leingi í senn. Kærleiki, hatur og uppreistur ganga hond í hond. Kanska eru hetta bert ymiskt úttrykk fyri tað sama? At vilja frælsi, frið, kærleika og rættvísi.

Yrkingarnar eru perlur, ymiskar til støddar og sjóndar, men saman skapa tær ein heim, har fólkið, tilveran eins og tørvurin á uppreistri er í miðdeplinum. Um yrkingarnar sigur Jóanes tað sjálvur so væl;

Yrkingarnar eru rekar. Viðabular riknar inn á strendur. Heilivágur hjá sorgini. Spreingiknøttar móti maktini. Saltið í rúkandi døgurðapottinum.

-----

Jóanes, tú er millum mest lisnu í Føroyum. Tað er ikki av ongum. Tað er tí tú dugir og tí tú hevur nakað upp á hjarta. Tað er væl tað tað heila snýr seg um. At hava nakað uppá hjarta. Bókmentirnar hjá tær Jóanes eru týddar til fleiri mál og tú hevur vunnið alskyns heiðurslønir. Tú ert høgt virdur høvundur bæði í Føroyum og uttanlands. Vit gleðast um hetta og eru errin av tær.

-----

Hóast ofta samsint, so kennast vit ikki persónliga, men gjøgnum alt bókmentaavrikið hjá tær Jóanes fær man innlit í hvør tú er og hvat tú stendur fyri. Onki er dult. Opið og erligt fær lesarin at vita hvat høvundurin heldur um politikk og samfelagsviðurskifti, um vanliga arbeiðandi fólkið og høgu harrarnar, og ongum nýtist at vera í iva um, at tú byggir á fræls og samhaldsfasta grund. Og ongum nýtist at ivast í hvat tín solidaritetur liggur. Virðingin fyri, og mátturin í tí arbeiðandi fólkinum, tí kúgaða og uppsagda verkafólkinum er stór og stendur langt frammanfyri virðingini fyri pengavaldinum, tí pyntaða og yvirvøldini. So segði hann; “Lat tey eiga stásið vit eiga jørðina”

Man merkir væl gjøgnum skaldskapin hjá tær, at tú hevur havt samband við vanligt arbeiðslív. At tú hevur verið sjómaður og vanligur verkamaður og tí kann skriva og viðgera lívskor á ein hátt og við innliti, sum øll skilja. Tað er ein gáva omaná tínar listagávur. Tey eru fá, sum megna tað kynstrið.

------

Eg var smágenta, um skúlaaldur, tá ið ungu kommunistarnir í Føroyum rættuliga gjørdi um seg. Jóanes var partur av hesum umhvørvi. Tann stevnan livdi eisini væl í Suðuroynni. Eisini onkur av mínum nærmastu var við. Eg var forvitin. Eg minnist væl fundarvirksemi í kjallaranum, telttúrar, fólkafundir, 1-maidagshald, reyðu fløggini, sum vit funnu aftanfyri oljutangan og mangt annað. Eg veit ikki um tú Jóanes var við altíð, men samsint, tað vóru tit. Vit, smágenturnar sóu upp til hesi broytingarsinnaðu ungu fólkini. Tey vildu ein betri heim og høvdu tað stuttligt saman. Serliga minnist eg eina hending ,tá ið eg og besta vinkonan Maureen fóru við fylginum til eitt 1-maidagshald. Nokk tað fyrsta av sínum slag í Vági. Vit ánaðu ikki hvat tað var. Men vit hildu okkum framat og fóru skrúðgongu og gingu við stórum skiltum. Heimafturkomnar mundi øll svíma um tað vit høvdu funnið uppá.

Tá gingu søgur í Vági um, at í onkrum húsum var Sandur bóndi tikin av vegginum og Marx komin upp at hanga. Onkur meinti eisini, at sjálvt kongsparið, sum var so gott sum heilagt, var tikið niður og Che Guevara hongdur upp á bróstið. So tað gekk eisini fyri seg í Vági.

Seinni havi eg hoyrt Jóanes tala 1 mai og til onnur høvi og tað hevur verið  einastandandi.

-------

Tað er Rithøvundafelagið, Tjóðpallurin og Løkshøll, sum hava tikið stig til at heiðra teg á 70 ára degnum. Tað skulu tit hava stórt rós og allan heiður fyri at gera. Og hjartans tøkk fyri, at eg varð boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tykkum.

Lívið er ikki tær løtur vit liva, men tær løtur vit minnast. Hendan løtan er minnilig og vónandi nakað tú Jóanes kann taka við tær og minnast afturá. Fyri okkum onnur tænir alt tað tú hevur avrikið tær, og Føroyum, til heiðurs og alla æru.

-------

Ein gamal vinmaður, og mentamaður, plagdi at siga við meg, at mentanina er tann skál vit drekka sjálvt lívið av. At lesa teg Jóanes er at drekka av lívsins skál. Man fær ikki bara orðini innum, men hjartablóð sum rørir alt kensluregistari hjá lesaranum. Tað er sannur skaldskapur.

-------

Góði Jóanes og góða familja.

Hjartans hjartans tillukku og minst til, at í fyrstani var orðið, orðið var ljós og ljósið vann á myrkrinum. Enn ert tú lýsandi skaldskaparligt stavnhald.

Og eg siga sum gamla konan, tá ið tú seldi yrkingar- tað er stórt at vera diktari.