28.03.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Kvøða til felagið fyri kirkjuráðslimir á aðalfundi felagsins

Kvøða til felagið fyri kirkjuráðslimir á aðalfundi felagsins

Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri høvið at vera saman við tykkum í dag, og møguleikan at siga nøkur orð. Eg havi glett meg til dagin.

Tað er ein stór æra at sita i embætinum, sum varðar av fólkakirkjuni, og eg taki við eyðmjúkt uppgávuna á meg, vitandi um stóra týdningin, sum kirkjan hevur bæði fyri tann einstaka og fyri alt samfelagið.

Kirkja og samfelag eru eitt. Tað er gott. Eg havi eina greiða fatan av, at kirkjan, og tað hon umboðar, er sjálvt virðisgrundarlagið undir samfelagnum, og er gróðursett í fólkinum.

Fólkakirkjan byggir, eins og øll okkara samfelagsskipan, á fólkaræðisliga grund. Vit eru vald av fólkinum og skulu umboða fólkið. Omaná hetta er tann átrúnaðarliga ella andaliga dimensjónin.

Hetta sæst kanska best, tá ið vit byrja hvørt nýtt løgtingsár við, at vit fara í kirkju. Í kirkjuni eru vit øll líka- óansæð hvat vit annars kunnu vera ósamd um. Kirkjan fevnir okkum øll, og vit eru øll kirkjan.

“Kirkjan hon er eitt gamalt hús stendur um tornini falla”.

So vakurt kann tað sigast. Tí kirkjan er meira enn ein bygningur. Eg minnist fyri nøkrum árum síðan, at eg var í Íslandi í samband við eina útjaðaraverkætlan, har eg  hitti dóttir tann mannin, sum hevði sett musikkskúlan har á stovn. Musikkskúlin var í mong ár heima í stovuni hjá teimum. Maðurin var blivin heimskendur í Íslandi fyri at siga, at ein skúli er ikki ein bygningur, men tey fólkini, sum eru í honum.

Tað ber til at draga parallellir til kirkjuna í hesum. Tí hóast fólk og ættarlig eru farandi er kirkjan varandi. Orðið og boðskapurin er óbroyttur og fólkið, sjálvt kirkjuliðið, er tað sama. Menniskjan er óbroytt hóast samfelagið broytist.

Tá ið tað er sagt, so er kirkjan eisini ein bygningur. Og tað eru fleiri ætlanir í gongd um at byggja nýggjar kirkjur. Samstundis merki eg, eisini sum kirkjufólk, ein vaksandi áhuga og tørv á kirkjuhúsum soleiðis, at hølisviðurskiftini í kirkjuni eisini kunnu vera karmur um sosial átøk, sum savna kirkjufólkið. Henda tørv mugu vit ikki undirmeta. Hetta er ein vaksandi tørvur, og júst her kann kirkjan fáa ein enn størri týdning fyri mong menniskju. At bjóða til borðs, ella til borðfelagsskap er týdningarmikið og hevur atdráttarmegi, eins og tónleikur hevur. Hetta styrkir eisini um savningarmegina, sum kirkjan hevur.

Í løtuni verður arbeitt politiskt við ymiskum uppskotum, sum kunnu stuðla undir henda tørv. Uppskot um at fáa MVG afturbering í samband við kirkjubygging og samkomuhús liggur í løtuni í tinginum. Tað hevur verið til fyrstu viðgerð, og tað er ikki ómøguligt at fáa fulla semju um tað. Stuðul til kirkjubygging er eisini á fíggjarlógini fyri í ár, og játtanin er á 4,6 milliónir til projektering av Glyvra og Argja kirkju. Hetta er fyrstu ferð í mong ár.

Kirkjan er kirkjuliðið, og kirkjan má eisini vera har, sum fólkið er.

Tí gleðir tað meg nógv, at játtan nú eisini verður til at seta tveir serprestar í starv soleiðis,  at bæði diakonuppgávur og studentaprestauppgávur kunnu røkjast. At vera millum fólk, sum onkursvegna  stríðast má vera eitt av høvuðsendamálinum fyri at røkja uppgávuna sum sálarhirði. Tað er ongin ivi um, at tey menniskju, sum annaðhvørt eru heimleys ella ikki megna lívið so væl av sonnum eru okkara medmenniskju. Tað eru øll menniskju og øll hava vit sama virði. Lív og lagna lagar seg bara ikki altíð soleiðis, sum vit ynsktu tað. Tað er kristni boðskapurin í verki, at kirkjan eisini tekur hond um hesi menniskju. Næstakærleiki og umsorgan er grundleggjandi fyri øll menniskju.

Vit hoyra eisini um ung sum stríðast og mistrívast. Høg krøv, rótloysi, einsemi og mangt annað er kanska partur av orsøkini. Partur av loysnini er uttan iva at hava ein vaksnan at tosa við. Ein vaksnan, sum tú hevur álit á, og sum eisini kann tosa um andaligan tørv ella avbjóðingar. Vit eru nokk nógv raskari at tosa um likamligan tørv, sosialan tørv og sálarliga tørv. Men menniskja er eisini ein andalig vera. So mikið betri er tað fyri okkara ungu at fáa studentaprest. Tað eigur at viðvirka til betri andaliga heilsu og trivnað, ja heilsu sum heild. Játtan er avsett á fíggjarlógini, so landið er við at fíggja hetta.

Tað er eisini gevandi at lesa um, at tað verður veitt sálarrøkt til varðhaldsfongslaðar føroyingar og tey, sum sita longri dómar í donskum fongslum, júst sum fólk, sum sita dóm í Føroyum fáa. Tað er dómur omaná dóm at skula av landinum at sita. Fólk vera avskorin frá familju og vitjan, frá heimlandi, máli og mentan. Har er stórur tørvur á umsorgan og sálarrøkt. Ein týdningarmikil uppgáva fyri kirkjuna.

Lógaruppskotið um at býta embætisuppgávur millum próstar bleiv latið tinginum í gjár. Við hesum er ætlanin at fáa ein próst afturat til tær meira fyrisitingarligu uppgávurnar, sum eisini eru partur av embætinum. So man má siga, at tað hendir rættuliga nógv á kirkjuøkinum í løtuni. Og tøkk fyri gott samstarv um felags uppgávur og mál.

Kirkjan hevur alstóran týdning í lívinum hjá øllum kirkjufólki. Onkursvegna sprettur alt hiðani, og onkursvegna endar alt her – ella byrjar av nýggjum er nokk rættast at siga.

Í øllum okkara bestu, truplastu, svárastu, gleðiligastu og størstu løtum í lívinum leita vit okkum til kirkjuna, og til tað hon hevur at bera okkum. Vit byrja við at bera tey smáu til dópin, síðan konfirmera tey ungu, blíva vígd í kirkju og vóna at enda at verða borðin til jarðar úr okkara egnu fedranna kirkju. Kirkjan hevur tí eksistensiellan týdning.

Hesi týdningarmestu tíðarskeið í okkara lívi leita vit til kirkjuna, men eisini í okkara vanliga gerandislívi, har kirkjan er ein berandi kraft, ein tryggleiki og uggi í einum mangan umskiftiligum lívi, har alheimsgerðin veruliga ger um seg. Og tað er blivið truplari at vera menniskja, og at navigera í kaos. Tá ið alt annað er umskiftiligt og er til diskusjón, er gott at kenna, at kirkjan er hin sama. Hon er eitt lívsakker og ein fastur karmur. Tí haldi eg eisini, at tað er týdingarmikið, at kirkjan, hóast rúmlig, eisini heldur fast í at vanliga kirkjugongdin er sum hon er. Ritualir geva tryggleika, frið og ró.

Í dag er 25. mars, og tað er móðurmálsdagur.

Tí er høvi eisini at minnast, og stutt taka sama um, stóra virkið hjá Jákupi Dahl prósti, og tann týdning, sum kirkjan eisini hevði fyri føroyska málið. Jákup Dahl hevði ómetaliga stóran týdning fyri viðurkenningina av okkara føroyska máli, og tók bæði stór tøk og sløg fyri tí.

Tað vóru mong ár, har føroyskt skriftmál ikki var til, og alt bleiv skrivað á donskum. Nakrar royndir blivu gjørdar fyrst í 1900talinum at fáa føroyskt inn í skúlarnar. Løgtingið samtykti fleiri ferðir í 1920-unum, at føroyskt skuldi vera undirvísingarmál í skúlunum, men danska stjórnin noktaði. Jákup Dahl, sum tá var lærari í Havn vildi ikki góðtaka hetta, hann undirvísti á føroyskum og bleiv klagaður. Hann misti starvið í 1912, men fekk seinni sama ár prestastarv, tí prestlærdur var hann, og í 1918 bleiv hann so settur sum próstur.

Jákup Dahl skrivaði eisini fyrstu føroysku skúlabókina “Føroysk mállæra til skúlabrúks” í 1908. Hann týddi Katekismus í 1922 umframt, at hann skrivaði hópin av lestrum, sálmum, yrkingum og øðrum.

Í 1938 kundu lærarar so undirvísa á føroyskum ella á donskum. Tað stóð teimum frítt at velja millum hesi bæði. Eins og í rættarskipanini í dag.

Kirkjumálið hevði verið danskt síðan siðaskifti. Bæði bíblia, altarbók og ritualini vóru á donskum. Onkrar einstakar prædikur høvdu verið á føroyskum, men tað var illa dámt. Jákup Dahl umsetti altarbókina og ritualini í 1918, men góðkenningin kom ikki fyrr enn í 1930. Hann hevði eisini Nýggja testamenti klárt til útgávu í 1937, men áðrenn tað vóru ymiskir partar av tí komnir út í árunum 1923-1926.

Tann 13. Mars í 1939 fingu prestarnir loksins loyvi at prædika á føroyskum. Føroyskt kirkjumál varð loksins endaliga viðurkent. Og seinni kom so bíbliutýðingin hjá Jákupi Dahl.

Kirkjan og Jákup Dahl hava havt avgerandi týdning fyri føroyska málið. Vit hava tí nógv at takk fyri. At hoyra Guðs orð á móðurmálinum haldi eg, at øll mugu skilja týdningin av. Men at koma hartil var ikki lætt, tí onki rennur upp úr turrum, og ongi rættindi vera vunnin uttan stríð.

Í túninum í Vágs Kirkju er ein standmynd reist av Jákupi Dahl. Onkuntíð havi eg skemtiliga spurt, hví hann ikki stendur innandura? Vindurin blæsur í prestakjólanum hjá honum, har hann stendur so fattur. Kanska eitt tekin um, at tey ið ganga undan ofta eru í mótvindi?

Í okkara ríka sálmaskatti eigur Jákup Dahl eisini sín stóra part. Men eisini mong onnur hava lagt til, og leggja til sálmaskattin. Sálmarnar og tónleikurin í kirkjuni eru ævigtgaldandi og samanrenningin millum talaða orðið og sálmarnar einastandandi.

Tað eru nógv fólk, sum gera eitt stórt arbeiði og eru sera góð við kirkjuna. Kirkjuráðslimir eru ein stórur bólkur, sum sjálvboðið røkja eina samfelagstænastu. So eru tað hjálparfólk av ymiskum slag, deknar, organistar, klokkarar, vaskifólk, verjar, umsjónarfólk o.s.fr. Nógv ólønt arbeiði verður gjørt. Sum eg skilji er ætlanin at hyggja eftir um tað í størri mun ber til at samsýna fólki fyri ymiskar tænastur. Tað er nakað vit kunnu viðgera saman. Eg eri altíð fús til samstarv.

Eg fari at ynskja tykkum góðan fund, takka mangar ferðir fyri høvið at vera saman við tykkum í dag, og ynskja Harrans signing í komandi tíðum við orðunum hjá okkara lokala skaldi Niels Petur Nolsøe, sum eru úr einum sálmi, sum hann yrkti til 50 ára føðingardagin hjá Vágs Kirkju, har hann lýsir so væl hvat kirkjan er.


Signi so Gud allan gerningin her

og so tey orð, sum her ljóða,

karmur um frið og semju tú ver

-háborgin fyri tí góða-

Takk fyri