22.03.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Kvøða til Føroya Symfoniorkestur á 40-ára jubileumskonsertini

Kvøða til Føroya Symfoniorkestur á 40-ára jubileumskonsertini
1 / 2
Kvøða til Føroya Symfoniorkestur á 40-ára jubileumskonsertini 18. mars 2023
 
Gott kvøld øll somul og hjartans tøkk fyri høvið at bera fram eina fagnaðarkvøðu, nú Symfoniorkestrið er 40 ár - tá er man í bestu árum!
 
Góðu tónleikarar, undangongufólk, eldhugaðu fyrimyndir og góðu øll, sum eru her at hátíðarhalda, at Symfoniorkestrið og eisini Norðurlandahúsið fylla 40 ár. Tað er so stórt, og tað skal feirast!
 
Hjartaliga til lukku við runda degnum og hjartans tøkk fyri alt tað góða, tit geva okkum. Tit eru ein bjørt sólskinssøga. Tit eiga allan heiður og alla æru. 
 
Føroya Symfoniorkestur er besta dømi um, hvat vit megna, um vit seta okkum høg mál. Hvat vit megna, um vit hava fólk, sum eru borin av visjónum og hava dirvi og áræði og fáa ætlanir út í lívið. Tað er sum við humlubiini, sum í veruleikanum ikki átti at kunna flogið, men hon ger tað allíkavæl. Øll undrast á hvussu?
 
Tá ið vit greiða fólki úr øðrum londum frá ríka lista- og mentanarlívinum í Føroyum, og at vit hava okkara egna symfoniorkestur, so trúgva tey tí ikki. Og tað er eisini ótrúligt. 
 
Mong hava roynt at lýst Føroyar. Hetta lítla landið við tí stóra og víða havríkidøminum og mongu mentaðu fólkunum. 
William Heinesen lýsti í Glætaðu Spælimonnunum Føroyar sum eitt sandskorn á gólvinum í eini veitsluhøll. Hann lýsir, hvussu man við at hyggja nærri eftir sandskorninum gjøgnum eitt lesiglas kundi síggja ein heim við fjøllum, dølum, firðum og sundum, fólkum og húsum. 
Og soleiðis er - ein stórur heimur fyri okkum, hóast smá á heimskortinum. 
Hyggja vit enn nærri, síggja vit, at hesi 54.000 menniskjuni hava egið symfoniorkestur, eina rúgvu av kórum, musikkskúla, stásiligt Norðurlandahús og hópin av lista- og mentafólkum á altjóða støði, sum hvønn dag byggja land og skapa okkara framtíð, samstundis sum tey økja um lívsgóðskuna nú í okkara samtíð. Tí vit hepnu, sum búgva her, sleppa at uppliva hetta gjøgnum alt árið. Hetta er triðja konsertin, eg sleppi at hoyra í ár! Tað er sannur framíhjárættur. Og tað sigur okkum eisini, at tað vit seta okkum fyri og arbeiða hart fyri, tað megna vit. Ongin kemur sovandi til nakað stórverk.
 
Fyrsta konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri var 19. juni 1983 í Norðurlandahúsinum. Bogi Lützen var dirigentur og fyrsta lag, sum varð spælt, var so sera hóskandi tjóðsangurin. Tað var rørandi at hoyra nýggju útsetingina av tjóðsanginum hjá Sunleivi Rasmussen nú á nýggjárskonsertini í ár. Hjartans tøkk fyri tað. 
 
Bilettin til fyrstu konsertina kostaði 20 kr. 
Á skránni til fyrstu konsertina vóru m.a.  Grieg, Carl Nielsen, Haydn og Schubert. Tað, sum er gleðiligt seinnu árini, er, at vit nú eisini hoyra nýskrivað føroysk verk. Tað verður ómetaliga spennandi at hoyra fyrstu symfoniina hjá skyldmanninum Tróndi Bogasyni í kvøld. Tað gleði eg meg til, bæði at hoyra orkestrið og kórið, og so hvussu sjálv symfoniin ljóðar. 
Tað er væl heimspremiera. 
Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroya Symfoniorkestur spælir eina nýggja føroyska symfoni. 
Vit eru í eini broytingartíð, og samanrenningin av nýggjum tónleiki og klassiska heimsskattinum er einastandandi. Tað merkir eisini skránna í kvøld, tí vit fara eisini at hoyra heimskendu italsku Francesku Dega spæla Brahms violinkonsert fyri okkum. Vit hava nakað at gleða okkum til. 
 
Tað vóru Bogi Lützen og Alex Sólstein, sum tóku stig til stovnandi aðalfundin at seta eitt symfoniorkestur á stovn. Hjartans tøkk og heiðurskvøðu til tykkum hugsjónarmenn fyri tað. 
 
Eg síggi í einum gomlum skjali, at tað stendur at “FSO er blevet til eftir en impulsiv ide fra Kenny Sambleben og Magne Synnevåg”. So tað er gott at hava fólk við idéum og fólk, sum fáa tað sett í system.   
 
Musikkskúlaskipanin, sum hevði verið ein royndarskipan, bleiv skipað í lóg í 1983, og fleiri og fleiri útbúnir musikklærarar komu fylgjandi árini. 
Musikkskúlaskipanin og Føroya Symfoniorkestur treyta hvørt annað. Tað er Musikkskúlin, sum føðir inn í Symfoniorkestrið. Somuleiðis er tað av týdningi, at útbúnu lærararnir í Musikkskúlanum hava møguleika at spæla í orkestri. Tað er ein symbiosa millum partarnar, sum er neyðug. 
Tað er eisini heilt einastandandi at síggja, hvussu nógv ung nú eru partur av Symfoniorkestrinum. Tað er eitt úrslit av góða arbeiðinum í Musikkskúlanum, og eitt úrslit av at fleiri og fleiri hava tónleik sum yrkis- og lívsleið. 
Bæði Musikkskúlin og Føroya Symfoniorkestur eru av bjartastu sólkskinssøgum, vit yvirhøvur hava. Tað áliggur eisini okkum sum myndugleika at stuðla undir framhaldandi menning.
Tá ið so Norðurlandshúsið kom í 1983, blivu umstøður at hava størri konsertir, so alt hevur gingið upp í eina hægri eind. Norðurlandahúsið hevur havt, og hevur, stóran týdning og er virðiligur karmur um okkara ríka mentanarlív. 
 
Symfoniorkestrið hevur eisini eitt sera gott úrvalskór. Sangurin hevur alstóran týdning og leggur stórliga omaná høgu dygdina í stóru verkunum og konsertunum.  Hjartans tøkk fyri tykkum eisini. Tit leggja tónleikans mátt og megi víðopna til okkara sansir at uppliva og njóta. 
 
Symfoniorkestrið hevur havt skiftandi dirigentar. Teir, sum hava stjórnað longst, eru Martin Mouritsen, sum í dag spælir við orkestrinum og eisini hevur drúgva søgu í Musikkskúlanum, og Bernhardur Wilkinson, sum eisini stjórnar í dag.  Vit eru mong, sum eru takksom fyri tykkum, og Bernhardur, vit eru mong, sum eru takksom fyri, at tú flutti til Føroyar.
 
Tað er so, at nakrir av tónleikarunum hava verið sera drúgvir í orkestrinum. Tey spældu við til fyrstu konsertina og spæla eisini við í kvøld. Tey eru: 
Sámal Petersen
Atli Ellendersen
Monika Strauss Joensen
Bogi Lützen
Jens Christian Guttesen
Andrea Hendriksdóttir
Anna Klett
 
Aðrir spælarar, ið eisini spældu við til fyrstu konsertina, og sum enn eru partur av orkestrinum, men ikki eru við í kvøld, eru:
Páll Sólstein, Jógvan Zachariassen og Atli Petersen.
 
Um vit stutt leita aftur til 1983, so eru fleiri stórar hendingar farnar fram tá. 
- Symfoniorkestrið bleiv stovnað
- Norðurlandshúsið bleiv tikið í brúk
- Sjónvarp Føroya sendi fyri fyrstu ferð
- Tinganest kom við fyrsta kassettubandinum “Upp á tá”, “Vágagellan”. So tað er sera hóskandi, at Jóan Jakku Guttesen júst hevur fingið ársins tónleikaheiður
- Norrøna byrjaði ferðafólkasigling
- Eivør varð fødd
- Lóg um samtíðarskatt bleiv samtykt
- Friðarrørslur í hæddini, samstundis sum kalt kríggj var
- Vestmenn góvu plátu og kassettuband út “Eg siti so eina”
- 44.000 fólk búðu í Føroyum, og tað vóru góðar tíðir. 10.000 fólk minni enn í dag
- Í Vági, heimbygdini, flutti Jóannes Nolsøe heimaftur til okkum og gjørdi stórt arbeiði fyri tónleika- og mentalívið har. 
- 80’ini vóru ein serlig tíð
 
Tónleikur krevur nakað av okkum. Vit mugu lurta. Fyri nógv av okkum er tað nógv truplari at lurta enn at tosa. Vit hoyra nógv, men lurta lítið. 
Eg minnist í míni útbúgvingartíð, at lærarin segði við okkum, at vit høvdu ein munn og tvey oyru, tí vit skuldu lurta dupult so nógv, sum vit tosaðu. At lurta krevur innara frið - og tíð. Monologur krevur ikki so nógv, sum dialogur ger. Tað at lurta eftir tónleiki kann virka meditativt og geva innara frið og fáa okkum niður í tempo. Tað kann brúkast í viðgerðarhøpi, men eisini sum ein daglig hvíld og sinnislig, mental ella andalig løðing. 
 
Tað er áhugavert, at gransking t.d. hevur staðfest, at fólk, sum syngja saman í kóri hava hægri virðir av hormoninum oxytocin í blóðinum aftaná venjing enn áðrenn. Hormonið skapar gleði og fremur tilknýtið millum menniskju. Tað er faktiskt tað sama, sum man mátar hjá kvinnum, sum júst hava átt og fáa barnið upp til sín. So tá ið man ikki altíð kann sovna aftaná eina góða kórkonsert, ella venjing, so er forkláringin heilt nattúrlig. Eitt av mínum børnum segði tað so væl, at hon kundi ikki sova, tí kroppurin syngur víðari. 
 
Tónleikur er sum ein lykil, sum kann lata upp til innastu hjartarótina. Tónleikur rørir, hann uggar, hann fremur felagsskap, empati, og hann bindur okkum saman. Tónleikur byggir brýr millum menniskja og egnu kenslurnar, millum fólk, millum býir, bygdir og lond. 
Tónleikur talar eitt mál, sum øll skilja, hjarta- og kenslumál. Líka mikið hvar vit eru stødd í verðini, ella í lívinum, so skilja vit tað. Tí tørvar okkum tónleik. Mín niðurstøða er, at vit blíva betri menniskju av tí. Og er tað nakað heimurin hevur tørv á í dag, so er tað góð menniskju, felagsskap og empati í einum heimi, har kríggj og ófriður tíverri eisini er gerandisdagur hjá nógvum.
 
Eg beri tykkum hjartaliga føðingardags- og heiðurskvøðu á 40 ára degnum og ynski Harrans signing yvir virksemi tykkara og okkum øll. Eg ynski tykkum blíðan byr og nógvan og stóran framburð í ókomnum tíðum. Og eg sendi eina hjartans tøkk til øll tey mongu, sum gjøgnum árini hava lagað henda tónleikavarða.
 
Og eg ynski okkum øllum eina góða konsert!

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Leivur Thomsen eigur myndirnar