Kvøða til landsliðið: "Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir"
Í sambandi við, at hondsbóltslandsliðið hjá monnum luttekur í EM-endaspælinum í Berlin, skipaði Hondbóltssambandið fyri haldi fyri við leikarum, venjarum og stuðlum.
Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna luttók og bar fram heilsan við røðu, sum kann lesast niðanfyri:
Góðu leikarar, venjarar, HSF, stuðlar og øll sum so ella so eru um stjørnuliðið, sum vit øll eru so errin av – og sum vit av fullum og heilum hjarta stuðla.
Tað hevur verið heilt ótrúliga stuttligt at fylgt tykkum á longu ferðini her til. Onki rennur upp úr turrum. Her liggur nógv aftanfyri. Venjing, spæl felagsskapur, venjing og meira venjing. Og ein filosofi um at geva børnum góðan felagsskap at vera í – opnar hallir – og mennandi felagsskap. Nú sær man, hvussu langt tað ber. Væl er sátt og væl er røktað.
Tað er gjørdur ein so sera góður dokumentarur um tykkum. Hann átti at verið fast pensum, fyri at geva tjóðini – okkum øllum – mót, áræði, sjálvsálit, sjálvsvirðing og evnini at hugsa stórt. Hann vísir nevniliga hvussu nógv vit í veruleikanum megna, tá ið vit standa saman. Vit megna bæði tað sama sum øll onnur – og meira enn tey flestu. Tað hava tit víst okkum.
Tit hava longu skrivað tykkum inn í søguna við at vera her – og inn í okkara hjørtu. Vit eru so errin av tykkum. At fólk fylkjast um tykkum og vilja vera við tykkum sæst eisini av stóru fjøldini av áskoðarum, sum eru komin hendan vegin. Berlin er millum Føroya størstu bygdir í løtuni. “Síggjast í Berlin” hava lýsingarnar ljóðað seinastu tíðina. Og tað skal eg lova fyri, at vit gera. Vit bæði síggjast og hoyrast. Og tað er fantastiskt at vera partur av.
Hugsaði við mær sjálvari, at eg mátti til Berlin. Tað var um at gera a fáa ferðaseðil, troyggju og fløgg. Sjálvsagt fyri at stuðla, men eisini tí hetta var søguligt og man visti ikki, um tað hendi aftur – men tað sigi eg ikki nú, tí hetta er ikki nakað, sum bara hendir einaferð. Við tykkara stóra arbeiði, stóru talentum, góðu felagsskapum og stóru dreymum, so kunnu vit væl gera okkum galdandi. Hetta er ikki nakað “eingangs” men eitt úrslit av øllum tí, tit standa fyri og hava arbeitt fyri.
Søgan um føroyskan hondbólt vísir okkum eisini, at tað er bara tá ið vit taka stigini og fara út í heim – tá ið vit eru javnbjóðis í altjóða høpi – at menningin kemur. Lykilin liggur í at bjóða seg fram millum tey bestu. Tað er tað, vit mennast av. At okkara fólk fáa somu møguleikar, sum øll onnur og taka av møguleikunum og bjóða av. At vera millum tey bestu og gera sum tey bestu, er tað sum skal til. Vit kenna tað longu frá kvæðunum “Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir!”, sum tikið verður til í Brestiskvæðinum.
Tað er fantastiskt at hoyra tykkum siga og vísa, at tað er stórt og týdningarmikið fyri tykkum at spæla fyri Føroyar – tað rørir – og tí hava tit eisini tann stuðul, sum tit hava. Tað var ein so rørandi løta at vera í høllini meðan tjóðsangurin rungaði. Tað fór beint í hjarta. Tað má eisini vera heimsrekord at hava 10% av fólkinum í landinum við sær til dystir í útlandinum.
Tá ið eg var smágenta í Vági í 1980 kom altjóða hondbóltur til Føroya og heilt suður til Vágs. C-HM í hondbólti. Tað var altso revolutión í Vági. Vit stóðu í tímavís í kø úti í kava og kulda at keypa bilettir. Tá var onki sjónvarp, so bara tað at síggja øll hesi fólkini úr fremmandum londum sum Luxemburg, Fraklandi og Portugal ganga og spáka fram við hotellinum tað var stórt. Minnist serliga portugisararnir. Málmaðurin stóð á strikuni og sparkaðu upp undir yvirleggjaran. Vit stóðu bara og gapaðu. Tær eldru genturnar spákaðu dúgliga aftur í fram í bygdini. Okkara egnu leikarar vóru eisini hetjur, sum vit øll tosaðu um. Hóast vit ikki vunnu kappingina, so minnist eg, at Kári Mortensen skoraði flest mál í kappingini yvirhøvur. Vit fingu ítróttarhøll í sambandi við ta kappingina. Tað er aftur eitt dømi um, at tað er í altjóða luttøkum, at gjøgnumbrotini koma – eisini fyri tað heimliga.
Breiddarítóttur, felagsskapur og góðar umstøður í feløgunum til ungdómsarbeiði hevur alt at siga, um vit seinni vilja gera okkum vónir um úrvalítrótt. Vónandi fer tykkara søga at eggja kommununum, sjálvbodnum, foreldrum og feløgum kring landið at gera alt tað tey eru ment fyri at menna og tryggja ungum og børnum hesar umstøður, tí tað er tað, sum skal til – breidd og elita hanga saman – og treyta hvørt annað.
Hondbólturin fer heilt víst at mennast enn meira komandi árini – øll vilja vera har, tað er stuttligt og har man sær, at framdrift er í. Fyri børnini eru tit leikarar fyrimyndir. Tey vilja vera sum tit, og hyggja upp til tykkara. Tey ganga í troyggjum við tykkara nøvnum á. Fyrr vóru nøvnini útlendsk. Fyri okkum vaksnu eru tit eisini fyrimyndir. Gævi vit kunnu brúka tykkara royndir til at síggja hvat hendir, tá ið man stendur saman, hevur høg mál, hevur felags kós, arbeiðir miðvíst í lokalsamfelagnum, fyri síðan at fara víðari altjóða. Vit kunnu í veruleikanum tað vit vilja. Lat okkum ongantíð noyðast við at venda tað á høvdið og siga, at vit vilja tað vit kunnu. Tað er júst øvugt.
Eg veit væl, at tit vildu vinna í gjár. Tað ynsktu vit øll. Men altso, tað var nær við – og rørandi at uppliva tykkum. Eg veit væl, at ongin vinnur bert við hepni. Men eg unni tykkum meira av tí hóast eg eisini væl veit tað, sum Bjørn Borg segði á sinni, tá ein tíðindamaður aftaná ein dyst segði við hann, at hann var heppin at vinna. Ja, svaraði hann, tað er so løgið við tí, at jú meira hann venji tess hepnari verði eg.
Drívið á at venja og leika! Vit stuðla tykkum treytaleyst allan vegin. Hjartans tøkk – tit eru fantastiskir. Vit trúgva uppá tykkum og gleða okkum til komandi dystir.