24.03.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsfelag pensjónista vitjað landsstýrismannin

Landsfelag pensjónista vitjað landsstýrismannin

Fríggjadagin hitti Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, nevndina í Landsfelag pensjónista, saman við Robert Vilhelmsen, at umrøða ymisk viðurskifti, sum viðvíkja teimum eldru.

Á fundinum legði Landsfelagið m.a. fram útrokningar, sum Robert Vilhelmsen hevur gjørt, um, hvussu pensjónin seinnu árini er javnað samanborið við prísgongdina í samfelagnum, eins og onnur viðurskifti vóru tikin fram.  

Tað hevur týdning fyri meg sum landsstýrismann at hoyra tað, sum pensjónistar hava uppá hjarta, tí tað gevur mær betri grundarlag at taka avgerðir í spurningum, sum viðvíkja fólkapensjónistum. Landsfelagið er tætt uppá gerandislívið, og gevur teimum eldru eina rødd, sum vit skulu taka í álvara,” sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður. 

Landsfelagið hevur til endamáls at arbeiða fyri fíggjarligum, sosialum, mentanarligum og øllum øðrum áhugamálum hjá pensjónistum, og tað er eisini uppgávan hjá Landsfelagnum at ráðgeva landsstýrismanninum í øllum málum, sum viðvíkja teimum eldru.