Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í dag á fyrsta sinni við fylgi á fundi við biskup og Stiftsstjórnina um kirkjumál.
Landsstýriskvinnan í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupur er ráðgevi hennara í kirkjumálum.
Á hesum fyrsta fundinum vóru ikki ítøkilig mál sett á skrá, men mong viðurskifti vóru umrødd. Millum annað vænta landsstýriskvinnan og biskupur, at um fáar vikur verður fyri fyrstu ferð lýst eftir prestum til at manna eitt embæti sum diakonprestur og eitt sum studentaprestur.
Landsstýriskvinnan hevur góðkent, at fólkakirkjan nú skipar hesi bæði nýggju embætini í fólkakirkjuni og verða størvini vónandi sett í summar.
Raðfest er at hækka stuðulin frá landinum við 200.000 kr., sum er samsvarandi landskassans parti av einum starvi í ár og av hinum starvinum á fíggjarlógini fyri 2024.
Eitt annað mál, sum varð umrøtt, er stóri trupulleikin, sum er íkomin við, at TAKS hevur broytt umsitingina av skipanina við at bera aftur MVG av byggiverktlanum til ikki vinnulig, almannagagnlig endamál, soleiðis at kirkjur ikki longur fáa lut í skipanini. Landsstýriskvinnan kunnaði um, at landsstýrið hevur tikið undir við at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka málið upp.
Landsstýriskvinnan kunnaði eisini biskup um, at hon hevur sett ferð á arbeiðið at gera eina lítla lógarbroyting, soleiðis at til ber at býta mongu uppgávurnar hjá dómprósti upp millum tveir próstar, soleiðis sum biskupur hevur mælt til.
Á myndini: Durita Tausen, stiftsstjórnarlimur, Jógvan Fríðriksson, biskupur og formaður í stiftsstjórnini, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Bergur Berg, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum, Uni Næs, dómpróstur, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum og Jógvan Ravnsfjall, stiftsstjórnarlimur