1 / 4
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var fyrr í vikuni á vitjan á tilboðum hjá Almannaverkinum í Vágunum.
Vitja varð á sambýlum, dag- og umlættingartilboðið og á verkstaðið.
Á vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvið at heilsa uppá fólkini, ið hava sína dagligu gongd á ymsu støðunum.
Eg eri sera væl móttikin og havi fingið prátað bæði við tey, sum nýta tilboðini, og starvsfólkini, ið starvast har. Tað er stuttligt og gevandi at koma runt á vitjan, og gevur eitt týðandi innlit í umstøðurnar og trivnaðin hjá teimum, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Vitjanin er liður í eini røð, har landsstýriskvinnan vitjar tilboð hjá Almannaverkinum kring landið.
Myndirnar eru tiknar á Veristaðnum Skáin og á dag- og umlættingartilboðnum fyri børn í Vágum.