Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, vitjaði seinnapartin fríggjadagin í Kirkjubø, har hon skoðaði arbeiðið, sum Tjóðsavnið og Landsverk hava gjørt fyri at verja fornminnini í Kirkjubø.
Seinastu tvey árini hava Tjóðsavnið og Landsverk arbeitt við at gera eina bakkaverju undir Ólavskirkjuni, framman fyri Kirkjubømúrin og framman fyri fornleivdirnar av Líkhúsi sunnan fyri Múrin. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at landsstýriskvinnan í dag kom á vitjan at skoða bakkaverjuna.
Í 2023 er játtanin á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið 750 tús. kr.
Mynd 1: Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, skoðaðu bakkaverjurnar, ið eru gjørdar at verja fornminnini í Kirkjubø.
Mynd 2: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum og Jóannes Patursson, bóndi og formaður í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar Kirkju, greiða Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá, hvussu brimið verður brotið av verjugrótinum, ið er lagt útfyri.