Í gjár vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Kvinnuhúsið. Her varð greitt frá virkseminum og landsstýriskvinnan fekk somuleiðis høvi at síggja umstøðurnar í húsinum.
Í Kvinnuhúsinum, sum hevur virkað síðan 1990, umfatar virksemið Kreppumiðstøðina, har harðskapsraktar kvinnur fáa friðskjól og til ber at búgva á eitt tíðarskeið saman við møguligum børnum. Eisini er ambulant ráðgeving, fyri harðskapsrakt, bæði kvinnur og menn, eins og teirra avvarðandi.
Eitt annað tilboð eru samrøðubólkar har kvinnur, ið eru ella hava verið, útsettar fyri harðskapi hittast, deila upplivingar, finna loysnir og stuðla hvørji aðrari.
Møguleiki er eisini hjá harðskapsraktum at fáa ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi í Kvinnuhúsinum.
Í komandi mánað verða tey 4 starvsfólk á Kvinnuhúsinum, umframt at 35 kvinnur arbeiða sjálvboðið í vaktarskipanini. Møguligt er hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at ringja og/ella flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið.
Á myndini eru umframt Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Onnu Katrina Matras, fulltrúa nevndarlimir, leiðari og starvsfólk í Kvinnuhúsinum.