
Virksemið á Landsbókasavninum hugtók landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, sum mikudagin var á vitjan á Landsbókasavninum.
Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvið at fegnast um nýggju bókasavnslógina, sum júst er samtykt og skjótt at fáa føroysku ljóðbøkurnar út til almenningin. Eisini fegnaðist hon um tað stóra arbeiðið, sum er ígongd við at menna nýggjar nýmótans bókasavnstænastur til frama fyri alla ta føroysku tjóðina.
Á Landsbókasavninum eru tey fegin um nýggju bókasavnslógina og gleða seg til framtíðina, har Landsbókasavnið eitt nú fer at virka sum universitetsbókasavn í einum komandi Kampus umhvørvi, og samstarv millum Setrið og Landsbókasavnið er longu byrjað, greiddi Annika Smith, landsbókavørður frá.
Á vitjanini kunnaði Annika Smith um føroysku bókasavnssøguna. Elin Brimheim Heinesen kunnaði um virksemið hjá Ljóðbókatænastuni. Harumframt legði Sólvør Henriksen, informatiónsfrøðingur, fram um virksemið á Føroyadeild, og Laura Vinther, informatiónsfrøðingur og mentanarmiðlari, legði eisini fram.
Fremst:
Sirið Strenberg, landsstýriskvinna og Annika Smith, landsbókavørður
Aftast til vinstru:
Laura Vinter, informatiónsfrøðingur og mentanarmiðlari, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Elin Brimheim Heinesen frá Ljóðbókatænastuni og Sólvør Henriksen, informatiónsfrøðingur.