
Á Móðurmálsdegnum tann 25. mars 2025 helt landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, røðu í sambandi við setan av tiltaki, ið Felagið Føroyamál skipaði fyri í Smæruni í Havn. Nógv fólk løgdu leiðina framvið Smæruna, og niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá landsstýrismanninum:
"Dugir tú at tosa føroyskt, dugir tú at syngja dukka mín er blá?
Hvørjaferð hasin sangurin hjá Lenu Anderssen byrjar, verði eg raktur av sannleikanum í tí, at øll, sum duga føroyskt, duga at syngja “dukka mín er blá.”
Og tað er stuttligt at finna ein slíkan lægsta felagsnevnara, sum fevnir um ØLL, sum duga okkara mál.
Tað merkir ikki, at tað eru øll, sum eru góð við okkara mál ella duga at síggja týdningin av okkara máli í mun til okkara samleika, men at vit eru kortini nógv, sum halda føroyska málið hava stóran týdning.
Tað er tí, at vit halda móðurmálsdagin. Tað er tí, at hetta tiltakið er fyriskipað. Tað er tí, at vit eru so fjølment her, og tað er tí, at politiski myndugleikin roynir at skapa karmar og játta pengar til at verja og menna okkara mál.
Seinni í sanginum syngur Lena:
Hetta við at benda og at endavenda
Læra túsund ting í senn
Mangir løkir smáir gera stórar áir
Og eg veit, at eg læri enn
Eg eri nýggjur í hesum samanhanginum, og eg havi nógv at læra, men eg veit eisini, at gera vit eitt sindur alla tíðina, so kemur okkurt burturúr.
Tí eri eg fegin um, at politiska skipanin hesi seinastu árini hevur raðfest pengar til at menna umstøðurnar hjá tykkum og teimum, sum varða av at verja okkara mál. Eitt sindur á gangin - og eg síggi, at tað GER mun.
Evnið í dag er Vitlíki, og eg spurdi Chatgpt, sum hevur ment sínar førleikar á føroyskum munandi seinastu mánaðirnar, hendan spurningin:
“Hvat er lættasti mátin at tryggja, at føroyskt kann brúkast á øllum talgildum pallum?”
Svarið varð hetta:
“Lættasti og mest haldgóði mátin at tryggja, at føroyskt kann brúkast á øllum talgildum pallum, er at arbeiða við fleiri tættum í senn:
1. Opin dáta og opnir standardar – Føroyskar mállærureglur, orðabøkur, talgild orðasavn og máltøkni skulu vera tøkar sum opin dáta. Hetta ger tað lættari hjá fyritøkum og mennarum at innlima føroyskt í sínar tænastur.
2. Samarbeiði við stórar talgildar veitarar – Tað er týdningarmikið at arbeiða saman við fyritøkum sum Google, Apple, Microsoft og Meta fyri at fáa føroyskt inn í teirra pallar (t.d. sum part av Google Translate, Siri, Windows, o.s.fr.).
3. Maskinlæru og teldutøkt máltilfar – Byggja upp stór orðasavn, tekstsavn og taldátur til maskinlæru. Hetta kann hjálpa til at menna talgildan rættlestur, máltøkni og sjálvlærandi skipanir á føroyskum.
4. Menning av føroyskum forritum og amboðum – At føroyskir mennarar skapa forrit og tænastur, sum brúka føroyskt, ger tað meira neyðugt hjá altjóða fyritøkum at stuðla málinum.
5. Politiskur og fíggjarligur stuðul – Lóggáva og stuðul frá tí almenna er avgerandi fyri at tryggja, at føroyskt verður raðfest í talgildari menning.
6. Brúkaratreytir og áhaldandi trýst – Føroyskir brúkarar og stovnar mugu gera greitt fyri altjóða veitarum, at tað er eftirspurningur eftir føroyskum, og áhaldandi biðja um tað.
At sameina hesi átøk kann tryggja, at føroyskt ikki verður eftir í talgilda heiminum."
Eg varð sjálvandi imponeraður av svarinum, og eg trúgvi eisini, at tað eru hasi viðurskiftini, sum hava týdning. Men eg fór so at hugsa, um vit bara skuldu hava Chatgpt sum svar til at loysa allar okkara trupulleikar? Um Chatgpt VERULIGA dugir alt?
Tí var mín næsti spurningur:
"Dugir tú at syngja “Dukka mín er blá?”
Og uttan at blunka svaraði Vitlíkið:
“Eg dugi ikki at syngja, men eg kann geva tær tekstin til “Dukka mín er blá”, um tú vilt:
Dukka mín er blá
Dukka mín er blá,
hon kann opna og aftur sjá,
hon kann ganga, hon kann stá,
og hon kann siga “mamma”.
Tú kanst royna at syngja hana sjálvur! Tað er ein klassiskur barnasangur í Føroyum.”
Tað fari eg ikki at gera - altso at syngja sangin - tí handan sangin havi eg aldrin hoyrt lagið til, og hatta svarið vísir eisini, at tað eru vit menniskju, sum hava eina stóra uppgávu, tá ið tað snýr seg um at bera so í bandi, at føroyskt í tí talgilda - og hjá vitlíkinum - fær røttu loysnirnar.
Við hesum orðum ynski eg tykkum ein góðan, innihaldsríkan og gevandi móðurmálsdag.
Takk fyri."