Fyrrapartin fríggjadagin 17. juni var prógvhandan á skúlanum hjá Dugna við Áir, har 11 næmingar fingu handað 9. floks prógv.
Í hesum sambandi var Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum boðin við at halda røðu.
Niðan fyri ber til at lesa røðuna hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni
Góðu tit øll.
So var aftur prógvhandan fyri 9. flokk her á skúlanum hjá Dugna við Áir. Fyri tykkum næmingar er nú eitt týdningarmikið tíðarskeið í lívi tykkara rokkið og tit eru klár til at taka av nýggjum og spennandi avbjóðingum.
Ein stórur dagur. Sjálvur minnist eg væl tá eg fekk prógvið úr fólkaskúlanum. Tað var fyrsta prógvið eg fekk og næsta stóra stigið á útbúgvingarleiðini. Tí stendur tað sterkt í minninum, júst sum tað altíð fer at verða hjá tykkum eisini. Kanska spyr onkur hví tað var tað NÆSTA stóra stigið. Fyrsta stóra stigið var at byrja skúlan. Ein endi má hava eina byrjan. Tit tóku stigið at fara undir 9. flokk og nú er tað liðugt. Gott pressa og flott avrik!
Vegurin at koma higar, hevur verið eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu, og tað hevur kravt nakað av tykkum. Og tí kunnu tit vera eyka stolt í dag, nú tit standa her við próvnum.
Men tit hava ikki bert fingið eitt prógv í dag. Við góðari hjálp og stuðli frá starvsfólkunum, hava tit eisini fingið nógv annað gott í beinið. Eg eri vísur í, at hetta verður ein góð barlast víðari á leiðini, um tað so er víðari í útbúgving, í læru ella til arbeiðis.
Og endamálið við júst hesum skúlanum er jú at menna tykkum næmingarnar soleiðis, at tit gerast betur førir fyri at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið býður – tað kunnu vera avbjóðingar í skúlanum, á arbeiðsplássi ella bara í tilveruni sum heild.
Í staðin fyri at seta sjóneykuna á tað, sum næmingurin kanska ikki megnar og dugir, so verður tað her á skúlanum heldur hugt at tí, sum hvør einstakur næmingur dugir og er bestur til.
Hetta skúla tilboðið hevur veruliga prógvað sítt virðið og tí er eisini gravgangur at sleppa inn og taka 9. floksprógv, sum vit vita hevur so stóran týdning, og sum øll eiga at hava møguleikan til. Hetta bæði styrkir og tryggar møguleikan hjá tí einstaka og so sanniliga eisini samfelagnum.
Aftur í ár er flokkurin samansettur av næmingar úr øllum landinum: frá sunnast úr landinum úr Sumba, norður til Klaksvíkar og vestur í Vágar, eins og fleiri staðir har ímillum. Umboðanin er tí breitt úr landinum.
Somuleiðis sæst aftur í ár, at málsligar avbjóðingar hava verið ein veruleiki, sum tó tíbetur verður tikin í álvara. Her á skúlanum er nevniliga rúmd fyri at læra seg føroyskt hjá teimum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Og ikki minni danska málið, sum í stóran mun enn er eitt krav fyri at kunna útbúgva seg her á landi. Uttan málsliga førleikan er tað sera torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at luttaka í samfelagnum, tað verði seg innan útbúgving ella á arbeiðsmarknaðinum.
Jú hetta er ein stórur dagur fyri tykkum og fegnist eg saman við tykkum, nú tit stolt taka ímóti 9. floks prógvnum. Øll hava enn ikki tikið støðu til hvussu framtíðin skal verða. Men sum eg skilji ætla summi at velja miðnámskúlaútbúgvinga, onnur yrkisútbúgving, meðan summi fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin.
Tað er tað góða við at hava fingið prógvið í hondina. Nú hava tit møguleikan, við próvnum í hondini, at fara víðari at lesa, læra ella arbeiða.
Tað týdningarmesta er ikki altíð at vita akkurát hvat vit skulu, men hinvegin at vita, at vit eru ávegis til nakað, sum vit gleðast um og mennast í.Góðu tit øll. Sum flokkur hava tit megnað at mennast sum ein eind, har tit hava notið gott av styrkini hjá hvørjum einstøkum tykkara. Tað er eisini ein góður lærdómur at taka víðari við sær.
Tit á Dugni, stýrið, leiðsla og starvsfólk, takk fyri tykkara stóra lut í at geva næmingunum á skúlanum nýggjar vónir og mentar førleikar.
Tykkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku, blíðan byr og takki fyri, at eg varð boðin við her í dag.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum