
Landsstýrismaðurin vitjað á Landsbókasavninum
Øll skulu hava atgongd til bókasavnstænastur, tí bókasøvn eru ein mannarættur. Tað segði Annika Smith, landsbókavørður millum annað, tá landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum fríggjadagin vitjaði á Landsbókasavninum at kunna seg um fjøltáttaða virksemið á stovninum.
Við eini avtalu, ið er gjørd millum landið og Klaksvíkar bókasavn, Bókasavnið við Løkin í Runavík og Býarbókasavnið í Havn, verður tryggjað, at fólk í øllum landinum fáa atgongd til fólkabókasavnstænstur.
Ein partur av virkseminum er eisini at veita talgildar bókasavnstænastur. Samfelagið gerst alt meira talgilt, og tað sæst eisini aftur á bókasøvnunum, har tørvurin á talgildum tænastum veksur. Við nýggju bókasavnslógini fekst heimild fyri at tær ljóðbøkur, ið Ljóðbókatænastan gjøgnum árini hevur framleitt til blind og sjónveik, eisini kunnu verða givnar út til almenningin. Á e-hillini, sum er bókasavnspallur á netinum, har ljóðbøkur og e-bøkur verða lántar út, eru nú 175 føroyskar ljóðbøkur tøkar, og arbeitt verður við at fáa enn fleiri føroyskar ljóðbøkur til láns.
Í nýggju bókasavnslógini er ásett, at Landsbókasavnið er universitetsbókasavn og bókasavnstænasturnar til lesandi, lærarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum og øðrum útbúgvingarstovnum eru styrktar seinastu tíðina.
Landsbókasavnið er tjóðbókasavn og savnar, skrásetur, varðveitir og føroyskar bøkur og annað tilfar, ið verður givið út á føroyskum, sum vendir sær til fólk í Føroyum ella er eftir føroyskar rithøvundar. Landsbókasavnið savnar, skrásetur, varðveitir og miðlar handrit o.a. eftir føroyskar høvundar og handrit, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, tónleikasøgu, filmssøgu, mentan og siðsøgu.
Landsbókasavnið hevur eisini høvuðsbókasavnsuppgávu, ljóðbókatænastu, bókasavnsgjaldið og skylduavhending av verkum til tjóðbókaskránna um hendi.
Myndir: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður og Annika Smith, landsbókavørður.